Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2021?

Jóhann Lützen

Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða Ársins íverkseti 2021.

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð.

Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.

Freistin at koma við tilnevningum er til og við mánadagin 06. september 2021.

Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo ella umvegis facebook vangan hjá Íverksetarahúsinum.

Heiðurslønin verður latin á Ársins íverksetaradegi, sum verður í Norðulandahúsinum fríggjadagin 10. september 2021 kl. 13:00.

Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg.

Til ber at síggja skránna og tekna seg til Ársins íverksetaradag 2021 her: