Ein serligur bólkur av topp embætisfólkum hevur mælt løgmanni til, at leggja Familjufyrisitingina til Eyðgunn Samuelsen at umsita. Eingin almenn grundgeving er fyri avgerðini, at síggja til eingin politisk viðgerð og spurningurin reisir seg hvør tað er sum tekur avgerðirnar á Føroya landi.
Sum Norðlýsið skilir, so eru hvørki Eyðgunn ella Sirið fegnar um, at Familjufyrisitingin nú skiftir hendur. Løgmaður – sum eigur avgerðina – tykist ikki heilt álvuligur við støðuna, tí hann hevur ikki so frægt sum kunnað almenningin um flytingina. Hetta hóast avgerðin var staðfest fyri vikum síðani.
Týsdagin varð bjóðað til móttøku í Familjufyrisitingini. Mongu gestirnir, sum komu framvið leskaðu sær við pinnamati og hvítvíni, meðan røður vórðu hildnar, at fagna væleydnaðu yvirtøkuni av familjurættarliga økinum.
Í dag, tveir dagar eftir, finst Sonja Jógvansdóttir á Facebook hvassliga at avgerðini hjá løgmanni, um at flyta málsøkið familjurætt frá Tjóðveldisflokkinum til Javnaðarflokkin at umsita. Tingkvinnan, sum hevur hildið hondina undir samgonguni seinastu trý árini, var týðuliga misnøgd við, at hon onga kunning hevði fingið og tess minni eina frágreiðing um hví.
Hví hetta skuggaspæl?
Í innliti, sum Norðlýsið hevur fingið frá Løgmansskrivstovuni kemur fram, at tað er ein serligur bygnaðarbólkur, mannaður við fremstu embætisfólkunum í miðfyrisitingini, sum hevur viðgjørt málið um Familjufyrisitingina og er komin til niðurstøðuna, at stovnurin liggur betri hjá Eyðgunn enn hjá Sirið.
Sjálvur løgmansstjórin er forkvinna í bólkinum, sum millum annað telur aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum og stjóran á Gjaldstovuni. Sum skilst metir bólkurin ikki, at Familjufyrisitingin hevur neyðugu støddina, at vera sjálvstøðugur stovnur, men skal vera partur av Almannaverkinum.
Almannaverkið er stovnur undir Almannamálaráðnum og tí verður alt málsøkið flutt til landsstýriskvinnuna í almannamálum at umsita.
Embætisverkið takið á politisku skipanini?
Í samrøðu við Norðlýsið herfyri undraðist floksfelagin hjá Sirið Stenberg, Torbjørn Jacobsen stórliga yvir, at Familjufyrisitingin skuldi staðsetast í hjartanum av Havnini. Borgarstjórin í Runavík vísti tá á, at Tjóðveldi bara nakrar dagar frammanundan hevði samtykt, “at javnseta ymsu økini í landinum – serliga viðvíkjandi almennum virksemi og stovnum”.
Politiskar samtyktir hava eftir øllum at døma ongan týdning longur, tá embætisverkið hevur talað. Tá krakkaveldið í Havn við roknimaskinuni í hondini og akademisku lærubókini í bringulummanum prædikað um skynsemi og stór-rakstrarfyrimunir, tá fána politisku ætlanirnar hjá okkara fólkavaldu um at lívga økjunum uttanfyri Havnina.
Eitt er vist. Um ein stovnur sum Familjufyrisitingin, sum hóast alt hevur eini 10 starvsfólk, má vera saman við øðrum verandi stovni (í Havn), so er absolutt einki, sum røkist fyri, at nakar almennur stovnur verður lagdur uttanfyri Havnina aftur. Tí sum fyrrverandi næstformaður Tjóðveldisfloksins tók til: “Av royndum veit eg, at tað er ófatiliga tungt at flyta nakað sum helst úr meginøkinum”
Um bygnaðarbólkin hjá løgmanni
Løgmaður hevur heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, at stovnar verða ikki settir á stovn, fluttir ella samanlagdir ella broyttir grundleggjandi, uttan so er, at ein tvørvegis bygnaðarmetingarbólkur umboðaður av embætisfólki, hevur sagt sína hugsan um málið.
Í reglugerð fyri landsstýrisfundir er henda orðing um bygnaðarbólkin:
”Mál um størri bygnaðarbroytingar og flyting av stovnum skulu áðrenn politiskan landsstýrisfund leggjast fyri bygnaðarbólk løgmans, sum ummælir broytingar í uppskoti (sí “Fráboðan um býti av málsøkjum” §7). Ummæli verður latið løgmanni og sent til avvarðandi stjórnarráð.”
Í bygnaðarbólkinum eru:
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, forkvinna í bólkinum
Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum
Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgmanni
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni
Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, samskipari/skrivari í bólkinum




