Í fótbóltsblaðnum hjá FSF – Kappingarárið 2024, skriva ella tippa 10 kendir miðlamenn, hvør verður nr. 1 í Betri Deildini.
Sjey teirra siga, at KÍ verður Føroyameistari, og Víkingur verður nr. 2.
Hinir triggir Jógvan Skeel Nosøe, Sigurjón Einarsson og John Andreasen siga, at Víkingur verður Føroyameistari, meðan KÍ verður nr. 2.
Sjey tipa, at HB verður nr. 3, og tríggir tippa, at B36 verður nr. 3. So onkusvegna eru teir nokkso samdir um toppin.
Teir, sum tippa B36 sum nr. 3, eru Heðin Arge, Agnar Prestá og Niels Petersen.
Livst, so spyrst!




