Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvussu brúkar mann ein sess sum vit helst ikki skuldi havt?

Sólvit Nolsø

Vit eiga ikki, at verða partur av fólkatinginum! okkara politikkur rekast í Føroyum!

Til tað seinna er svarið JA. Til fyrru útsøgnina, eru tvey ting at siga. Hugsjónarliga svarið hjá mær er NEI. Sjálvandi eiga vit ikki at verða á Fólkatingi. Veruliga svarið er tó JÚ. Vit eru framvegis í ríkisfelagsskapi við Danmark og útgangsstøðið eigur at takast í tí. So leingi vit eru í ríkisfelagsskapi saman, eiga vit at hava ein sess í fólkatinginum.

Spurningurin er so, hvussu sessurin verður røktur frægast.

Eitt, sum fleiri siga er, at umboðið skal verða “Føroyska røddin”.

Setningurin er troyttur eftirhondini og í vanda fyri at gerast innantómur.

Hvør er føroyska røddin og hvussu er mann tann føroyska røddin? Tað er eisini viðkomandi at spyrja hvør umboðar føroysku røddina á Fólkatingi frægast.

Grundleggjandi snýr tað seg um at flyta fram føroysk politisk ynski og politisk mál millum danskar ting- og stjórnarlimir.

Vit hava tørv á fólkatingslimum, sum kunnu hava sína dagligu gongd millum danskar parlamentarikarar. Millum annað fyri at siga teimum frá okkara ynski um víðari heimildir á uttanríkispolitiska økinum. At fáa teir at skilja hví vit vilja tað og sannføra tey um, at vit megna uppgávuna. At siga teimum frá okkara ynski at luttaka í OL undir egnum flaggi. At sannføra tey um, at Føroyar eiga at hava ein sjálvstøðugan limaskap í WTO. At geva boð um, at yvirtikin mál eru yvirtikin mál og áhaldandi minna á hvar markið er millum føroyskan og danskan politikk og hvar avgerðarrætturin liggur.

Tað merkir ikki, at vit skulu føra ein loysingarpolitikk á Fólkatingi, sum onkur vil. Tað er spilt orka. Vit fáa vit bara at vita, at vit kunnu fara heim og avgreiða tað í Føroyum. 

Tað merkir heldur ikki, sum onnur vilja, at vit á Fólkatingi skulu ganga við hattinum í hondini og biða um fígging til undirstøðukervi ella annað, sum dregur okkum longur inn undir danska skjúrtuvelið. 

Tað merkir heldur ikki, at vit skulu hava ein beinleiðis leiklut í donskum politikki, sum summi ætla sær. Atkvøða vit í donskum málum, líkamikið málið, og ávirka danskan innanríkis politikk, hava vit ikki longur grundarlag fyri at biða danskarar halda seg uttanfyri okkara viðurskiftir.

Um vit kalla tað fyri føroysku røddina ella okkurt annað, hevur minni at siga.