Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu samskifta vit, tá onkur hevur torført við at hoyra, tosa ella skilja?

Jóhann Lützen

Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)

 

Vit hoyra persónligar frágreiðingar, um hvussu eitt nú teknmál stuðlar undir og hjálpir í samskifti, og yrkisfólk í serøkinum greiða frá.

 

Millum tey sum taka lut eru:

  • Hansa Askham og Mariann Christiansen, ið siga frá persónligum royndum við truplum samskifti.
  • Anna Simonsen, sum er mamma at barni við samskiftisavbjóðingum
  • Anna Maria á Lakjuni, lærari á Skúlatrøð 
  • Sylvia Isaksen, Jona Norðoy og Frida Joensen, sum allar arbeiða í Barnahúsinum Margit.

 

Øll eru vælkomin!

Eisini verður sangframførsla og okkurt søtt aftur við til kaffi. Tiltakið verður teknmálstulkað.

Asla H. Rasmussen avvarandi,

hevur samskipað tiltakið, og KSS hevur stuðlað.