Sera gott umhvørvisátak hjá Klaksvíkar kommunu sum hevur framleitt eitt hylki til sigarettstubbar og snúsposar.
Dámar tær væl at snúsa ella ein royk og ikki dámar at blaka burtur í okkara vøkru náttúru, so er hetta loysnin. Klaksvíkar kommuna hevur framleitt eitt hylki til sigarettstubbar og snúsposar til at taka við tá tú spákar tær ein túr, um tað er í býnum ella burtur í haga.
Fáast ókeypis á Norðoya kunningarstovu




