Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Í Bjargamansdali fyri viku síðani

Oliver Joensen

Túrurin hjá mær og Árna Elltør av Oyri á Skálanes í Bargamansdal og í Barm var tungur men góður.

Legði eitt brot út um Bergrætt. Her er so eitt sindur um túrin hagani og í Bjargamansdal, tó mest myndir.Fríggjadagin í farnu viku fóru vit av Oyri um trý tíðina. Tað er drúgvt at ganga út á Skálanes, og tá vit høvdu brúkt nógva tíð á gomlu Bergrætt, ið liggur fjald niðanfyri lagaðu rættina uppi á hamrinum, fóru vit longur eystur á  leið okkara.

Men komnir um Havansurð sóu vit, at um vit ikki tóku okkum um reiggj, so kom myrkur á okkum áðrenn vit komu í Barm, tí vit vildu royna vøtnini við tráðu og Bjargamansdal áðrenn vit skuldu liggja náttina av í Barmi. Vit gjørdu tí av við Havansurð at seta kósina niðan ímoti Svartafossi og so higani á Vatnið í eggini og tjørnina skamt vestanfyri.

Komnir niðan har, royndu vit bæði vøtnini við tráðu báðir, men vit hvørki føldi ella sóu nakað síl, so vit nýttu útsýnið av Nærabergseggini og suður ímóti Nólsoynni, Skálhøvda og Beinisvørð. Tað var sera vakurt, nú seint um seinnapartin.

So oman langavatn, men har fingu vit heldur einki, kanska tí vit vóru nakað seinir á degnum og væntaðu skýming, so vit hildu á longur fram á vegin í Bjargamansdal.

Her sóu vit sera snotuliga húsið, sum Hendrik Sørensen, Karl Johansen, Esmund Sørensen og onnur hava sett upp. Sum skilst so er hetta eitt byggisett, keypt uttan úr heimi. Havi loyvt mær at tikið onkrar myndir frá Karl, har byggisettið liggur úti á keiini í Klaksvík og eisini onkra frá tá teir seta húsini upp. Feðgarnir báðir, Hendrik og Esmund hava festini í ávikavist Bjargamansdali og Skorini. Teir arbeiða tætt saman, tá ið um røkt og fjallgongu ræður, tí gongur alt arbeiðið út frá húsunum og rættini í Bjargamansdali. Umframt snøggu smáttuna, sum nú er sett upp at hýsa fjallmonnum, er ein arbeiðsskúrður eisini í dalinum til amboð og tílíkt.

Húsið í Bjargamansdali er liðugt upp sett. alt er gjørt uttan, nú er bert eftir at flyta inn. Gólvið er væl lakerað og inniskógvar eru komnir upp at hanga, nú restar bara at innbúgvið kemur. Tvey rúm eru í húsinum, eitt sær út til at vera sovirúm og eitt alrúm, afturat er eitt lítið rúm, sum helst er ætlað sum toilett, men sum helst verður brúkt til annað.

Ein sera flott og hugnalig smátta.

Tað er langt av Núpi í Bjargamansdal, helst einir tveir tímar at ganga hjá teim flestu. Tí verður tað helst hópin lættari hjá monnum at kunna ganga eystur kvøldið fyri, sum farast skal á fjall, teir stuttu heystardagarnar tá eitt nú slaktið er fyri. Dagurin hjá fjallmonnunum í Bjargamansdali og Skorini eru langir, tí teir skulu ikki bara reka seyðin saman í rættina í Bjargamansdali, tá skurðfjøllini eru fyri. Tá verður seyðurin eisini rikin allan vegin í rættina á Oyri so tað er gott at vera væl fyri til ein slíkan dag.

Í bjargamansdali er vakurt. Áin í Djúpi er hugnalig og har er nógv lív í ánni.

Eftir at hava fingið okkum kaffi og hvílt eina løtu í Bjargamansdali, gekk leiðin ímóti Brami Niðan við Ánni í Djúpi um vøtnini Tjarnurnar og yvir á Vatnið á Klubbunum í Barm, men meira um tað seinni.

Niðanfyri myndir frá túrinum í Bjargamansdal: