Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag er seinasta freist at boða frá luttøku til aðalfund í Ognarfelag Tryggingartakaranna

Johan Petersen, umboðsráðslimur

Fríggjadagin 23. mars kl. 17.00 verður ársaðalfundur á Hotel Hafnia í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Allir tryggingartakarar í Betri trygging eru limir í felagnum og kunnu møta á aðalfundinum við talurætti.

Skráin er kunngjørd í miðlunum og kann eisini síggjast á heimasíðuni betri.fo > Um Betri > Tíðindi.

Men fyri at kunna luttaka, er neyðugt at boða skrivliga frá luttøku 2 dagar áðrenn. Tvs. at seinasta freist er í dag. Hetta kann gerast við at boða frá á høvuðsskrivstovuni við meyli til trygging@betri.fo

Johan Petersen, umboðsráðslimur