Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag er Tunnilsdagur & samstundis eru báðar ítróttarhallirnar karmar um stórt 100 ára hald hjá Norðoya Sparikassa.

John William Joensen

Tann 24. september 2019 bleiv Norðoya Sparikassi 100 ár, og dagurin verður hildin við stórum hátíðarhaldi fyri bæði vaksin og børn í KÍ-Høllini og Badmintonhøllini í dag, leygardagin 28. september 2019, frá kl. 14:00 til 18:00.

Í dag er ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin og handlarnir í Klaksvík og Runavík spíla seg út.

Norðoya Sparikassi 100 ár: Tvær hallir á tremur við tiltøkum
Á báðum pallunum verður skráin fjølbroytt og spennandi. Í KÍ-Høllini vendir skráin sær til tey vaksnu, meðan børnini eiga Badmintonhøllina.
 

Í KÍ-Høllini verður borðreitt við fjølbroyttum munnbitum úr sjónum, sum kokkurin Gutti Winther stendur fyri, umframt at køkur og annað gott verður at fáa. Í Badmintonhøllini verður borðreitt við onkrum góðum til børnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá fyri 100-ára hátíðarhaldið leygardagin 28. september 2019
 

KÍ-HØLLIN

Kl. 14:00 Klassiskur tónleikur við Serenade Trio

Kl. 14:15 Marner Mortensen, stjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 14:30 Lena og Niclas

Kl. 14:45 John P. Danielsen, nevndarformaður, heldur røðu

Kl. 15:00 17 Sangarar

Kl. 15:15 Helgi Jacobsen leggur fram 100-ára minnisrit sparikassans

Kl. 15:45 Teitur Lassen

Kl. 16:15 Hallur Joensen

Kl. 16:30 Samrøða millum fyrrverandi danska forsætisráðharran 

Lars Løkke Rasmussen og DR vertin Anders Lund Madsen

Kl. 17:30 Eivør

Kl. 18:00 Liðugt

 

BADMINTONHØLLIN

 

Kl. 14:00 Hallirnar lata upp

Kl. 14:30 Silvi og Bubu bjóða vælkomin

Kl. 15:00 Silvakonsert

Kl. 15:30 Maria á Lakjuni

Kl. 16:00 Kular Røtur

Kl. 16:30 Ingi og Danny

Kl. 17:00 Bubu-show

Kl. 18:00 Liðugt

 

 

Kl. 19:00 Fýrverk á Akursmørk

Harleyfacadeacryl