Vinnarin av Norðingi ella Klaksvíkingi kann avgera FM á næstseinastu stevnu.
Í dag verður Fjarðastevna á Skála. KRF vann fýra róðrar seinast sum er sera flott, men felagið hevur vunnið seks róðrar tað bestu stevnuna.
Hjá 10-mannaførum javnaði Norðingur hjá NHR til 2-2 seinast. Sostatt hevur Norðingur viðgongd og hevur vunnið báðar tær seinastu stevnurnar. Á øllum stevnum hevur kappingin verið hørð nærum allan teinin og hóast bara tveir bátar kappast um sigurin, so hevur kappingin kanska ongantíð áður í nýggjari tíð verið so hørð. Vinnarin í dag kann í veruleikanum tryggja sær FM á Vestanstevnu, meðan tað kemur eitt stórt trýst á taparan, sum má vinna báðar tær seinastu stevnurnar.
Kappróðurin á Skála byrjar kl. 15.00.


