Eitt borgarauppskot hevur fingið 20.000 undirskriftir upp á stutta tíð, og tí verður væntað at uppskotið fer at fáa neyðugu 50.000 undirskriftirnar innan stutta tíð. Hetta merkir samstundis, at fólkatingspolitikarar skulu taka støðu til avtøku av bummgjaldið um Stórabelt.
Uppskotstillarin, Bent T. frá Hanstholm Camping vísir á, at hetta fer bert at økja um ferðavinnuna og handilslívið í øllum Danmark.
Enn er ilt at siga, um uppskotið fer at fáa undirtøku í Fólkatinginum, men Ny Borgerliga hava meldað út, at teir fara at taka undir við uppskotinum, um tað kemur til atkvøðugreiðslu.
Í Føroyum hevur leingi verið umrøtt, um tunnilsgjøldini skulu avtakast, og í løtuni er eitt uppskot í løgtinginum, ið hevur til endamál, at avtaka tunnilgjaldið.
Tað er tó sera ivasamt, um uppskotið kemur í gjøgnum í verandi líki, tí fleiri politikarar í samgonguni hava víst á, at teir als ikki taka undir við uppskotinum.




