Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í gjár hevði Linda Laksáfoss sín seinasta arbeiðsdag á Skúlatrøð

skulatrod.fo

Linda Laksáfoss hevur verið ein partur av lærarahópinum á Skúlatrøð í 18 ár, men hevur nú valt at siga starvið sum lærari á Skúlatrøð frá sær.

 

Jónleif Jóhannesen, skúlastjóri, bar Lindu eina tøkk fyri tað íkast hon hevur lagt í skúlan og eftir seg í relatiónum við næmingarnar. Eisini handaði hann henni gávu og blómur.

Linda var rørd og fáorðað, men takkaði fyri tíðina saman við allarbestu starvsfelagunum á tí allarbesta arbeiðsplássi ein kann ynskja sær.

Vit vilja takka Lindu fyri tíðina og ynskja henni blíðan byr og Harrans signing.