Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í hálvum gekki

faroechess.com

Ringa veðrið darvaði eisini landskappingini í talvi í dag. Fleiri dystir vóru útsettir.

 

Men oddaliðið, Havnar Telvingarfelag, vann týðandi útidystin móti Klaksvíkar Talvfelag 3-1, og hevur tí tryggjað sær leiðsluna áðrenn fyrra toppdystin móti Sandavágs Talvfelag eftir nýggjár.  

Martin Poulsen og Olaf Berg telvaðu í dag sínar fyrstu dystir á meistaraliðnum í hesum kappingarárinum. Teir loystu av Luitjen Akselsson Apol og Carl Eli Samuelsen. Á fjórða borði var Sjúrður Thorsteinsson komin fyri Hjalta Toftum Jógvansson. FM-liðið hjá Havnini hevur bæði dygd og breidd. 

Dysturin millum Sandavág og B-liðið hjá klaksvíkingum er útsettur til mikukvøldið.

 

4 umfar (24 november)
Klaksvík – Havnin 1 – 3
Ólavur Simonsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Rani Baldursson – Martin Poulsen 0 – 1
Heðin Gregersen – Olaf Berg ½ – ½
Terji Petersen – Sjúrður Thorsteinsson ½ – ½

 

Í Kollafirði stóð dysturin millum aftastu liðini. Her eydnaðist B-liðnum hjá Havnini at vinna og yvirhálað uppflytarnar úr Kollafirði.

Kollafjørður – Havnin B 1 – 3
Árant Djurhuus – Herluf Hansen ½ – ½
Rógvi Mørkøre – Elias Petersen 0 – 1
Karl M. Dahl – Suni Merkistein 0 – 1
Markus Jacobsen – Óli Joensen ½ – ½

Støðan 1 deild
Havnin (A) 13½ stig
Sandavágur 9
Klaksvík 8½
Havnin (B) 5
Klaksvík (B) 4½
Kollafjørður 3½

Her hava Sandavágur og Klaksvík B ein dyst færri. Útsetti dysturin í dag verður telvaður mikukvøldið.

 

2 deild

Bara ein dystur hevur verið í dag. 

4 umfar
Havnin – Kongshavn 2½ – 1½

Hinir dystirnir í fjórða umfari eru:
Toftir – Klaksvík
Sandavágur – Havnin B.

Ikki er greitt, nær teir verða telvaðir.

Liðini í 2 deild eru ógvuliga jøvn.

Støðan í 2 deild
Sandavágur 7 stig
Havnin 7
Klaksvík 7
Kongshavn 6½
Havnin B 6½
Toftir 6

 

Rókur fremst í 3 deild

4 umfar
Gøta – Rókur 1½ – 2½
Kollafjørður – Havnin 2½ – 1½

Dysturin Sandavágur-Vestmanna er útsettur.

Okkurt bendir á, at Rókur, sum í løtuni er fýra stig á odda, longu hevur lagt seg á uppflytingarkós.

 

4 deild

Líkt er til, at bara ein dystur hevur verið í fjórðu deild í dag. Hann var millum Havnina og Rók og endaði javnur 2- 2. Fýra dystir vórðu útsettir.

Allir útsettu dystirnir skulu avgreiðast áðrenn farið verður undir fimta umfar eftir nýggjár.