So er túrurin endiliga byrjaður. Tá vit skuldu vera so tíðliga umborð fríggjamorgunin, gjørdu vit av at fara beinleiðis úr songini i Vestmanna og til Havnar.
Vit hava booka okkum inn a eitt vallaraheim og rokna við at vit ikki koma til hús aftur hvørt kvøld og hava tí rigga okkum bilin soleiðis at vit kunnu sova a dyrkinum aftanfyri. Vórðu Ì Havn longu kl. gott 7 og Norrøna sigldi kl. 08.30.
Umborð fingu vit ein orduligan enskan morgunmat. og Meinhard Petersen, fyrrverandi skipari a Norrønu er eisini við sum ferðamaður, so hann helt okkum við selskap ímeðan morgunmaturin for niðurum.
Ì nátt svóvu vit ikki so væl í Vestmanna, kanska mest orsakað av spenningi, so vit tørnaðu inn tá vit høvdu etið og eru júst komnir aftur á føtur.
Veðrið er av tí besta, vit hava havt mest sum stilli, men nú er eitt lítið lot og sólin sær. Skipið er sera hugnaligt at vera umborð á og tænastan er á sera høgum støði. Vit fingu eitt fýramanskamar, men eru bert tveir á kamarinum, so vit liva sum greivar.
Hetta varð skrivað kl. 15. seinnapartin fríggjadagin.
Leygardagur 10. juli
Vit sita nú Herrislea House Hotel á Thingwall. Fundur hevur verið her tíðliga í morgun og aftaná at hava gjørt nøkur ørindir í Lerwic, hevur hotelleigaran Gordon Williamson skipa fyri, at vit fáa ein mann við okkum eina løtu nú seinnapartin at kunna okkum um fisking her, so vit fara júst nú avstað á fyrsta fiskitúrin.
Tað ljóðar gott um sílafisking her, so vit eru spentir. Tit fratta seinni fra okkum.




