Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í kvøld fer KÍ at kunngera søguliga stórt avlop á aðalfundinum

Jákup Ósá

Í kvøld hevur KÍ aðalfund. Tá verður m.a. roknskapur lagdur fram og okkum er upplýst, at tá fer KÍ at kunngera størsta avlop hjá einum føroyskum ítróttarfelag nakrantíð.

Hetta kemst av stóru inntøkunum frá bólkaspælinum í 2023. Har var leysliga mett einaferð, at inntøkurnar frá UEFA vóru eini 30 milliónir. Tað fylgja eisini nógvar útreiðslur við. Hvussu stórt avlopið verður fáa uppmøttu limirnir upplýst sum teir fyrstu. Eisini er greitt undan fundinum, at sama starvsnevnd heldur fram, tí einki mótuppskot kom áðrenn freistina at stilla upp, sum er átta dagar undan aðalfundinum.

 

Tá lýst bleiv fyri aðalfundi, skrivaði KÍ soleiðis:

Ársaðalfundurin 2024 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum mikudagin tann 7.februar kl 19:30.

Skrá samb. lóg felagsins. 

 

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

2. Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.

3. Ársfrágreiðing frá nevndarforfólki.

4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

5. Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.

6. Innkomin mál.

7. Valevni til nevndarforfólk, nevndarnæstforfólk ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.

8. Val av nevndarforfólki, nevndarnæstforfólki og øðrum nevndarlimum. Aðalfundurin velur nevndarforfólk og nevndarnæstforfólk beinleiðis á aðalfundinum, meðan nevndin annars skipar seg sjálv. Øll val eru fyri 1 ár. Afturval er loyvt.

9. Val av grannskoðara.

10. Ymiskt.

12. Uppskot til nevndarforfólk, nevndarnæstforfólk og nevndarlimir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin.

 

Uppskot til nýgg valevnir skulu vera nevndini í hendi 8 dagar áðrennn ársaðalfundin. Formaður og allir nevndirlimir taka við afturvali. 

Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey, ið hava goldið limagjald annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald. Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldið fyri hvílandi limir er 400kr. árliga.