Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í kvøld fylla vit KÍ-høllina

Oliver Joensen

Heilsan frá Stjørnuni:

Í kvøld skulu okkara røsku kvinnur á heimavølli leika fyrsta hálvfinaludystin um FM-heitið, har mótstøðuliðið er H71. Vit eru rættuliga spent til dystin, og hava góðar vónir. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 18.30,  og er tað ógvuliga umráðandi, at okkara kvinnur fáa dyggan stuðul. Við hesum heita vit á allar norðoyingar um at møta mannsterkir upp til dystin fyri stuðla okkara liðið.                                                                                                                                                               

Í samband við dystin verður skipað fyri andlitsmáling í skúlatovuni í KÍ-høllini frá kl. 18.00.                          

KOYR Á STJØRNAN!!!!!