Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í løtuni flytur einki lið upp

Jákup Ósá

Einki lið av teimum, ið kunnu flyta upp úr 1.deild, liggur í løtuni í topp 3. Tískil hevði eingin uppflyting verið, um landskappingin endaði í dag.

NSÍ er oddalið í 1.deild við 10 stigum fyri 4 dystir. Aftanfyri koma Víkingur, KÍ og B68, har B68 hevur vánaligastu málúrtøkuna. Sostatt er einki av teimum trimum liðunum – B68, AB og Giza Hoyvík – millum trý tey bestu í løtuni, og tað merkir, at endaði kappingin nú, so var eingin uppflyting og av tí sama heldur eingin niðurflyting. Tí fyri at flyta upp er kravið, at ein skal enda í topp 3. 
Leygardagin sleppur KÍ liðið veruliga at royna seg, tá liðið vitjar B68 á Svangaskarði.