Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini setur renningina í gongd.
Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga.
Eins og undanfarin ár, byrja vit niðanfyri Sjúkrahúsið, og so renna/ganga vit heimeftir gjøgnum býin og framvið Betri, og síðan úteftir móti Grøv/Skarðhamar.
Eftir 15 minuttir venda vit aftur móti Sjúkrahúsinum, har málið er.
Hvar: Niðanfyri Sjúkrahúsið
Nær: Leygardag 23. februar kl. 14.00



