Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í verju fyri KVF

Sjúrður Skaale

Jan Lamhauge hevur stóra makt. Hann má ikki gloyma, at tað gevur honum stóra ábyrgd. Annars skaðar hann Kringvarpið

Jan Lamhauge hevur stóra makt. Hann má ikki gloyma, at tað gevur honum stóra ábyrgd. Annars skaðar hann Kringvarpið

Í innganginum til sendingina um tollmálið hjá Jørgen Niclasen, gongur Jan Lamhauge uttanfyri Tinganes, og sigur, at hetta málið bert var “tann seinasta í einari røð av gølum, sum hava merkt hansara politisku karrieru. (…) Málið nertir við, hvat tað eru fyri persónar, vit seta á teir mest virdu sessirnar í toppinum av føroyskum politikki“.

Stutt eftir síggja vit ein ungan Jørgen – meðan hesin tekstur verður lisin:

Men ungi politikarin var ikki bara álvari. Jørgen Niclasen dámdi væl at gera seg upp, syngja og spæla sjónleik“. Og so hoyra vit Jørgen siga eina vittigheit.

Hetta hevði einki við tollmálið at gera. Hví var tað so við? Jú, tí tað sambært Jan var at “gera seg upp“. Og tað er jú ódámligt.

Hetta vísir – eins og fleiri onnur brot – at ørindini hjá Jan ikki bara vóru at greiða fólki frá tollmálinum. Tey vóru eisini at spotta Jørgen sum persón og skaða hansara umdømi.

Hetta var í mai 2014. Tvey ár frammanundan hevði Jan Lamhauge álvarsliga skatt umdømi Kringvarpsins við sendingini Brandfellurnar. Um hesa sending nýtti fjølmiðlanevndin orð sum “einsíðugt”, “ósakligt”, “óvirðiligt”, “ikki etiskt rætt”, og “ikki sambært reglum um góðan fjølmiðlasið”.

Men í KVF tóktist ikki vera nakar sum kláraði at halda í oyruni á manninum. Tí í februar 2015 fingu vit at vita, at Dia Midjord, stjóri, hevði biðið hann taka ymist úr sendingini, har Jørgen bleiv spottaður. Jan hevði bara ikki lurtað eftir stjóranum…

Slík karaktermorð skal okkara almenna kringvarp ikki brúkast til, og tí átalaði eg tað sama kvøld, sum sendingin kom á skíggjan. Og eg loyvdi mær aftur at átala tað, tá sami Jan Lamhauge týðuliga manipuleraði í sendingini um skattamálið hjá Eik.

Umdømið skal skaðast

Jan svaraði mær týsmorgunin.

Um Jørgen segði hann, at honum “dámdi at gera seg upp” tí hann segði eina vittigheit. Í svarinum til mín indikerar hann tað sama. Heilar fýra ferðir verði eg umrøddur sum skemtari.

Tað er rætt at eg havi fingist við skemt í míni frítíð. Men hvat hevur tað við hetta málið at gera? Og hví blandar Jan tað saman við mínum starvi sum politikari? Helst tí hann vil skaða mítt umdømi. Júst sum við Jørgen.

Hann tosar eisini um eitt mál frá 2000, tá Anfinn Kallsberg kærdi Heðin Mortensen fyri at hava sagt nakað við Dimmalætting. Tað hevði EINKI við meg at gera.

Men við at blanda tvey ymisk ting saman, ger hann meg til part av tí og roynir soleiðis – við ósannindum – at raka meg persónliga.

Ein annað sum Jan heldur vera viðkomandi at taka fram er, at eg eftir býráðsvalið “fór út í oysandi regn at halda røðu fyri Heðini Mortensen”.

Tá hevði ein flokkur fingið maktina í Havn, sum júst hevði tapt valið – m.a. tí ein avtalað var brotin. Eg tosaði í eini talu um, hvussu tað kundi fyribyrgjast í framtíðini.

Eg kritiseraði Anniku Olsen – men eisini Heðin Mortensen fyri tvey ymisk viðurskifti. Tað fær Jan til, at eg helt røðu fyri Heðini.

Fyri tað fyrsta er tað ósatt. Og fyri tað næsta hevur tað einki við hetta málið at gera.

Her hómast eitt mynstur…

Ikki eitt álop

Í svari sínum skrivar Jan eisini soleiðis: “álopið frá Sjúrði Skaale kom heldur ikki óvæntað. Hann hevur fleiri ferðir funnist at mínum arbeiði.”

Sannleikin er, at eg rósti Jan fyri nógv av tí, hann hevur gjørt. Eisini hesa nógv umrøddu sendingina.

Men hann, sum altíð er so kritiskur, má altso eisini tola kritikk sjálvur – uttan at taka tað sum eitt “álop”. Hann hevur jú fyrr gjørt mistøk, sum hava skapt stórar trupulleikar fyri bæði hann og KVF.

Tað er vón 🙂

Viðvíkjandi sjálvum málinum heldur Jan tað vera í fínasta lagi, at hann brúkti ein setning, sum var sagdur í einum høpi, og klipti hann inn í eitt heilt annað høpi.

Sum grundgeving sigur hann m.a. at “bankastjórin nýtist ikki at lurta eftir ráðgeving. Tað var hetta, sum sami bankastjóri breggjaði sær av til bókaframløguna á Hotel Hafnia.”

Men tað var tað ikki. Stjórin greiddi nettupp frá samstarvinum við ein eksternan ráðgeva.

Jan skrivar alt hetta sum KVF-maður. Tað er óheppið fyri stovnin.

Men hann sigur kortini eitt, sum gevur vón: “Í ”bagklogskabens klare lys” kann eg viðganga, at vit skuldu helst havt nevnt, at talan var um eina røðu til eina bókaframløgu.”

Sig so tað! Lemjandi krikkur frá Fjølmiðlanevndini tóktist ikki at hava ávirkan – men kanska kjakið farnu dagarnar fer at gera mun 🙂

TF-málið fer ongan veg

Nógv siga, at kjakið um journalistikkin skuggar fyri kjakinum um sjálvt skattamálið.

Tað vænti eg nú ikki.

Bygnaðurin í TF-samtakinum er ein álvarsamur trupulleiki. Bæði umboðsráðið og nevndin tykjast vera sera veik – og sporini frá gamla Eik ræða.

Sjálvt skattamálið er eisini eitt stórmál. At grannskoðarin varð skiftur út, tí hann ikki vildi skriva undir roknskapin, er eitt mál sum má lýsast nógv betri.

Alt hetta fer heilt víst at verða viðgjørt komandi tíðina – ikki minst í sambandi við ta kanning, sum nú verður gjørd. Eisini KVF fer at viðgera tað. Tað hevur stovnurin skyldu til.

Men tað má gerast sakliga.

Jan Lamhauge vildi sjálvur við sendingini um tollmálið seta fokus á teir mest virdu sessirnar í toppinum á føroyskum politikki.

Men tað krevur eisini stóra ábyrgd at sita í teimum mest virdu sessunum í toppinum á føroyskum journalistikki.

Og sum hyggjarar hava vit bæði rætt og skyldu til at tala at, tá stovnurin manipulerar ella niðurger persónar. Ikki bara fyri at verja tey, sum verða rakt, men eisini fyri at verja kringvarpið sjálvt.