Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Í vikuskiftinum var FM fyri lið í Badmintonhøllini í Klaksvík

Tíðindaskriv

Dagurin byrjaði kl. 9.00 og uml. kl. 18.00 vóru allir liðdystirnir spældir.

Ein liðdystur er: einamansleikur dreingir, einmansleikur gentur, tvímansleikur dreingir, tvímansleikur gentur og blandaður tvímansleikur – tilsamans 5 dystir. Tá ið eitt lið hevur vunnið 3 dystir, hevur liðið vunnið liðdystin.

Nógvir tættir og spennandi dystir vórðu leiktir í høllini leygardagin. Fleiri endaðu 3-2, so ikki varð avgjørt fyrr enn síðsta dystin, hvør vann.

Hesi vunnu heiðursmerkini:

U11
Gull: KBF/ÍF – Føroyameistari
Silvur: HBF1
Bronsu: HBF2

U13
Gull: KBF1 – Føroyameistari
Silvur: HBF1
Bronsu: ÍF

U15
Gull: HBF1 – Føroyameistari
Silvur: KBF/ÍF
Bronsu: HBF2

U17/19
Gull: HBF – Føroyameistari
Silvur: KBF