Í dag verður dystur í Fuglafirði.
Undan dystinum hevur ÍF eitt stig og KÍ fimm stig fyri tríggjar dystir. Á ÍF liðnum eru fleiri fyrrverandi KÍ-leikarar. Ein av hesum, Henry Heinesen, er ikki tøkur vegna skaða. Málverjin Tóri Traðará er ivasamur vena skaða. Hjá KÍ verður Kristian Joensen í málinum fyri fyrstu ferð í ár, nú Meinhardt P. Joensen byrjaði inni hjá 1.deild í gjár. Annars eru Ólavur Niclasen, Óli Ey. Poulsen og Deni Pavlovic skaddir, meðan møguleiki er fyri, at Torbjørn Grytten verður tøkur afftur eftir skaða.
Dysturin í Fuglafirði byrjar kl. 16.30. Dómari verður Lars Múller.




