Signhild Joensen hevur luttikið í svimjikapping í Suður Korea um dagarnar. Hon er ikki heilt nøgd við síni avrik.
– Eg svam 100 rygg mánamorgunin og 200 rygg nú í morgun. Úrslitini hava ikki verið akkurát tey sum eg kom eftir. Eg fari eftir bestu tíðum hvørja ferð, men tíverri rakk tað ikki longur enn hetta hesaferð, sigur Signhild
Tíðirnar hava verið nakað frá hennara bestu tíðum
– Eg svam 1,04,04 i 100 rygg og 2,17,30 i 200 rygg. Bæði er eitt sindur frá bestu tíð, men havi eina avbjóðing eftir komandi vikuskifti í Japan har eg fari til World Cup, so har fari eg eftir at svimja skjótari, sigur Signhild at enda við Norðlýsið.




