Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ikki hvít jól í ár

Hanus Kjølbro

Soleiðis sum viðurskiftini í lufthavinum eru at lesa í kvøld, fer luft at reka til okkara úr vestri og suðuri øll jólini.

Hitin verður hareftir.

At skriva um jólaveðrið í ár, er best at byrja við degnum í dag – hósdegi. Luft úr miðjum Atlantshavi rekur til okkara úr eystri.

Hitin liggur um 7 – 8 stig.

Hetta til jólaaftan fer luft at rek til okkara úr miðjum Atlantshavi úr ymsum ættum og við ymiskari ferð. Vindferðin hetta til jóla verður ikki stór – soleiðis sum vit viðhvørt hava merkt tað – fer bara upp um 10 m/s Tollaksmessudag.

Hinar dagarnar fyri jól er minni vindur.

Hvussu er ella ikki, haðani luftin kemur til Føroya er nokkso lýtt. Og tað ger sannlíkindini fyri, at vit fáa hvít jól í Føroyum ógvuliga lítil.