Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Illveðursfiskur – Bjargaðir av Guds stóru náði

Oliver Joensen

 

 

 

Hans Jákup Frederiksen, sum síni seinastu ár búði í Hirtshals, segði frá hagani. Søgan stóð í “Hugnalig Jól í 1983:

Tað er tíðliga ein hestarmorgun, og enn er myrkt uttanfyri, so eg átti at sovið nakrar tímar afturat, men sum so ofta fyrr havi eg fingið andvekur og liggi og sloti – jú er hoyri vælkenda klikkið  frá motorunum, men haldi meg eisini hoyra eitt vindblak og brimið í lónni.

Í Hirtshals og í hugaheiminum á floti

Av gomlum vana dragist eg at vindeyganum og líti út ímóti vánni, har útróðrarbátarnir síggjast sum skuggar í náttarmyrkrinum.

Tá eyguni hava vant seg til myrkrið, sæst lív á kaiuni. Heilt úti við molan sæst farrin av einum útróðrarbáti á veg til útróðrar.

So vítt eg minnist, so var veðurberatningurin ikki av teim bestu í dag…. helst eitt sindur av aldu har úti, báturin sær út til at høgga eitt sindur – tað kitlar í maganum fyri hvørt høggið – helst verður betur hjá teimum, tá teir eru leysir av landi. Eg fari at hugsa og tankar mínir fara til Føroyar, oyggjarnar langt úti í Atlantshavinum, har eg havi livað og virkað í meiri enn 70 ár.

Byrjanin

Eg varð føddur 10 oktober 1903 á Uppsølum í Klaksvík, har pápi mín Jacob Sivert, f. 12 januar 1865 var óaðalsmaður. Mamma mín, Davina Susanne f. 2. apríl 1864, var ættað av Bærentsen ættini í Tjørnuvík. Foreldur míni slitu høgan aldur, mamma doyði tá hon var 80 og pápi 87.

Eg vaks upp í einum kristnum heimi, har nevniliga mamma var sera andalig. Hvønn sunnudag kl. 14 las mamma ein lestur, og so sungu vit sálmar saman Hvønn morgun, áðrenn eg fór í skúla, risti hon kross fyri mær við orðunum: Gud Fader – Guds søn – Guds Helligånd.

Á útiróðri sunnanfyri

Nú, tá eg sum ein eldri maður í tonkunum fylgi fiskimonnunum her frá vindeyga mínum, so kann eg ikki lata vera við at minnast mítt egna lív á sjónum, har eg baldist í hálvt hundrað ár, – við róðrarbáti og deksbáti við oyggjarnar, til skips við slupp og skonnart og seinastu tíðina við nútíðar trolara, – jú, nógv er at minnast afturá, tá hugflogið sveimar, men serliga ein útróðrartúrur vitjar aftur í minni mínum, tað er hesin túrur, eg vi siga eitt sindur um, sum vil kalla:

Bjargaðir av Guðs stóru náði ella:

Illveðursfiskur.

Hetta var á vetri 1920, eg var ungur tá eg róði út við opnum báti saman við royndum sjómonnum, formanninum Johann Lamhauge, sum tá var 53 ár og grannanum Niclas Erkisen, sum var 46 ár, vanliga nevndur Lamba Johann og Niclas í Ánunum eftir bygdunum, har teir vóru føddir.

Tíðliga tollaksmessumorgun, klokkan mundi vera um 7, varð eg vaktur av pápa mínum, sum sigur at Lamba Johann vildi tosa við meg. Hálvsovandi komi eg út til formannin, sum sigur, at hann kundi hugsað sær at farið ein túr við snøri at fáa fekst til jólaknettir, tað var tá sigur at hava knettir til døgurða 2. jóladag.

Pápanum dámar einki

Pápi skeitir á luftina, men sigur onki, so Lamba Johann sigur umberandi:

-Ja, eg veit at barometrið er næstan niðri á “Storm”, so vit skulu vera varnir, men eg rokni við, at hann fer at halda sær so leingi ljóst er – kom, latum okkum skunda okkum.

Menninir møttust á støðni, og vit fingu bátin skjótt á sjógvin, hetta var eitt fýramannafar.

Framman undan okkum var ein bátur farin, eisini eftir feskum til jóladøgurða.

Breyt á Skálanesboðunum

Vit róðu út eftir Borðoyavík, veðrið var av tí besta og sjógvurin sum ein spegil. Tá vit vóru komnir út millum Nesjarnar ætlaðu vit okkum eystur móti Skálanesi eystureftir innan fyri Skálanesboðarnar. Men komnir nærri Skálanesi, sóu vit at hetta kundi ikki vera talan um. Frá boðunum og inn á land breyt í lógv og uttan fyri boðarnar var ógvuliga óslætt. Tí róðu vit meira vesturyvir ímóti Borðoyanesi og so suður í havi, tá vit vóru komnir nakað væl suður, róðu vit aftur eysturyvir inn móti Skorðini. Hiðani gekk leiðin beint út úr landi umleið ein hálvfjórðing, og løgdu vit okkum har at fiska. Veðrið var framvegis gott, men tó stór alda.

Hálvfjórðing úr Skorðini

Eg lat meg í oljubuksurnar og kastaði, tað sama gjørdu hinir. Vit fingu nakrar smáfiskar, men Lamba Johann var ikki nøgdur, so vit fluttu. Snørini inn og aftur til árarnar. Men tá kom illveðrið sum úr einum byrsumúla. Harður stormur og kavarok við stórum brotasjógvum rundanum okkum, so vit sóu ikki rættuliga nógvar metrar fyri okkum. Knappliga fingu vit ein sjógv og báturin nærum fyltist av sjógv. Allir blivu ígjøgnum, og oljubuksur og stivlar fyltust eisini. Vit fingu lagt bátin undan, formaðurin skuldi sita við árarnar og halda bátinum, meðan vit báðir Niclas skuldu oysa. Niclas oysti við eyskarinum, meðan eg nýtti útróðrarskrínið, sum var eitt gamalt bommblikk, rnt og um 25 cm til hæddar og umleið tað sama í diametur – og matin, eitt stórt pylsuindur, tók eg úr blikkinum og legði á rongina.

Bert ein brotasjógv

Vit oystu sum fyri lívinum, tí tað kom næstan líka nógvur sjógvur inn, sum vit kláraðu at ysa yvir borð. formaðurin gjørdi sítt besta og helt bátinum undan, so vit fingu vindin inn á lærið stýriborðsmegin og soleiðis hildu vit kós ímóti landi. Til alla lukku fingu vit bert ein brotasjógv afturat. Aftan á at hava oyst í útivið ein hálvan tíma, meðan vit samstundis vóru í stórum lívsvanda, sóu vit endiliga at sjógvurin í bátinum tók at minka.

Nógvur sjógvur inn í bátin

Nú kom vindurin skiftandi, hetta var eitt gott tekin um at tað nærkaðist landi, men kavarokið var framvegis nógv. Tá vit vóru komnir í læ av landi, vóru hvirlurnar harðar, men nú var sjógvurin slættari, so her kláraðu vit okkum betur, heldur ikki kom so nógvur sjógvur inn í bátin nú, so vit fóru allir tríggir til árar. Vit kundu framvegis einki síggja fyri kavaroki, men vit hoyrdu brimið, og av hesum kundu vit halda okkum leysar av landi.

Eingin av okkum hevði tosað, meðan vit bardust móti illveðrinum, men nú sigur formaðurin:

-Ja, hesaferð vórðu vit bjargaðir, men enn er Skálanes eftir, og ikki er sagt, at har verður so tespulit.

Báturin nærum borðfullur

Afturundir Skorðini fingu vit lívd fyri storminum, men nú skuldi roynast, um vit kláraðu Skálanes og Skálanesboðarnar, klokkan mundi nú vera um 11 og vit løgdu á. Langt mátti rógvast út fyri at verða leysur av boðunum, tí tað vistu vit, at komu vit ov nær boðunum, so var deyðin vísur. Vindurin var óhugnaliga harður her á opnum havi og tjúkt í kavaroki, men sjógvurin var hampuliga slættur. Komnir tvørs av boðunum fingu vit eina harða glaðu inn á síðuna, báurin legðist yvir og tók sjógv inn. So nógvur sjógvur kom inn, at hann nærum borðfyltist. til alla lukku fór báturin ikki heilt runt, og tað kundu vit takka teim fýra steinunum fyri, sum vit høvdu løtt bátin við, hesir mundu vita umleið 25 kg hvør.

Kláraðu ikki boðarnar

So varð aftur farið at oysa, meðan formaðurin helt bátinum upp ímóti storminum. so royndu vit aftur at runda boðarnar, men hesaferð gekst á sama hátt. Men tó tók báturin ikki so nógvan sjógv inn hesaferð. Vit oystu bátin tóman og vendu við aftur inn undir land.Tá sigur bátsformaðurin: – Hetta verður ein strævin nátt, tí í hesum veðrinum klára vit ikki boðarnar.

Tá vit vóru komnir inn undir land í lívd av stormi og kava, sansaðu vit, hvussu kalt og óhugnaligt var. Og hvussu illa vit vóru komnir.

Eg skuldi andøva

Staðið, har vit lógu, var eisini sera óhugnaligt. Høgt var til tromina á loftinum omanfyri, og brimið dundi móti klettinum. Hvirlurnar gjørdu okkum heldur ikki løtuna hugnaliga.

Teir eldru menninir løgdu ráð saman og komu til tað úrslit, at eg skuldi royna at andøva, meðan teir báðir skuldu fara til snørini og vita, um teir ikki kundu fáa nakrar fiskar.

Brendu í hann

Klokkan var um eitt, tá teir kastaðu, sild høvdu teir til agn, og vit brendu í hann.

Hetta var sum ta ferðina, tá Jesus bað lærusveinar sínar um at seta gørnini út aftur, aftan á at teir høvdu roynt eina heila nátt og einki fingið. Vit kendu við tað sama, at kennið helt á. Eg hevði hoyrt um “Illveðursfisk”, og her fekk eg hann at kenna. Her va fiskur av øllum sløgum, bæði reyðfiskur, sum vanliga helt til her inni í taranum, men eisini teir brúnu, sum eru á blandingsbotni, og teir gráu, sum vanliga búleikaðust longu úti á, og eisini teir silvurblonku, sum vanliga eru á nógv djúpari vatni, høvdu leitað sær her inn undir land.

Fiskurin leyp á

Hvørja ferð snørið var á borði, var fiskur á hvørjum jarni, hetta vóru stórir toskar upp á eini 2-5 kg. hvør. Tað hendi ofta at fiskur beit á húkin sum hekk uttanborðs, meðan vit vóru við at krøkja av á hinum teyminum.

Sum fráleið nærmast leyp fiskurin á, eisini eftir at agnið var uppi, var á báðum teymum áðrenn loddið var á botni, og ikki var dýpið meira enn einar 10 favnar.

Ballaststeinarnar fyri borð

Aftan á at vit høvdu roynt umleið ein tíma, bað formaðurin meg um at blaka ballaststeinarnar yvir borð, tí teir skudu koyra fisk í rúmið, har eg sat, bæði fremsta og aftasta toft vóru fullar av fiski. Tað bleiv gjørt sum Lamba Johann segði og vit hildu á fram at fiska.

Tá báturin var um at vera tríggjar fjórðingar fullur, sigur formaðurin, at nú er nokk fiskað. Tað byrjar at skýma nú, og vit mugu royna einaferð enn, um vit ikki kunnu klára boðarnar áðrenn tað blívur myrkt, annars verða vit noyddir at liggja her í nátt, og tað haldi eg ikki at vit klára, so gjøgnumbloyttir vit eru og í hesum kuldanum. Vit høvdu ikki etið allan dagin, so fyrst skuldu vit at eta. Blóðpylsan hjá mær hevði ongan skaða fingið av sjónum og hon smakkaði avbera væl.

Maturin hjá hinum báðum, sum var kjøt og breyð, var gjøgnumbloyttur, fingu teir eisini ein bita frá mær. Vit ernaðust eitt sindur av máltíðini.

Kláraðu boðarnar

Nú var at rigga til, so væl sum til bar, vit høvdu fiskað eini 1400 pund, og tá var fiskurin kruvdur og uttan høvd.

Tá eg hoyrdi betur enn hinir báðir, varð eg settur á fremru toft, soleiðis at eg eftir brimduninum kundi meta avstandi til lands, Niclas varð settur á næstu og Lamba Johann á triðju.

So byrjaði róðurin, og vit løgdu allar kreftir í, tí nú skuldi tað eydnast okkum. Vit fingu eina glaðu soleiðis at báturin fall av, men tað eydnaðist okkum skjótt at fáa hann uppí vindin aftur. Vindurin kom nú  av landnyrðingi, og hetta hevði við sær, at glaðurnar nú ikki vóru so harðar, men høvdu vit javnan harðan vind beint ímóti út eftir Borðoyavík.

Vit kláraðu boðarnar og komu forbí og inn ímóti landinum norðaru megin boðarnar. Sjógvurin var slættari her, men vit høvdu storm beint ímóti. Tað gekk framá hjá okkum, og tá báturin sum sagt lá tungur í sjónum, bar hann seg væl í glaðunum. Klokkan 7 komu vit í lívd av landinum rættuliga, og her fingu vit okkum eina hart tiltrongda hvíld. Breyðið, sum vit fyrr høvdu lagt til síðis, tí tað var bloytt, var nú funnið framaftur, og so svangir og troyttir vóru vit, at tað smakkaði okkum sera væl nú. Tá vit nú aftur lógu í lívd av landi, og sjógvurin her eftir umstøðunum var slættur, merktu vit, hvussu troyttir vit vóru, men eisini eina stóra gleði, og eg haldi at vit allir,hvør í sínum lagi sendu eina stilla bøn til Harran, sum á undurfullan hátt hevði bjargað okkum úr vanda og hjálpt okkum so langt.

Hin báturin

Men hvat var hent hinum bátinum við teim fýra monnunum? Teir fóru jú frá landi næstan samstundis sum vit og róðu út við Uppsalalandinum. Teir hildu seg nær andi og kastaðu undir Nesinum,  men teir fingu als einki har, so tá stormurin brast á, róðu teir aftur í støðna. Við fýra monnum til árarnar kláraðu teir hetta væl, og teir vóru aftur á andi um 12 tíðina. Tá var vindurin upp á tað mesta, og teir kundu greiða frá tí ræðuliga illveðrinum og hildu, at um báturin hjá okkum ikki kom aftur innan einar tveir tímar, so spurdust vit neyvan aftur, tí eru teir uttan fyri Nesjarnar, so klára teir tað neyvan.

Hvíldu eitt bil

Eg haldi at hetta hevur gjørt øll bangin um okkum. tí, vit fingu eina hart tiltrongda hvílu, men meira enn ein hálvan tíma tordu vit ikki liggja í kuldaveðrinum, so einki annað var at gera enn at fara aftur til árarnar. Vit máttu taka okkum nakað út á víkina fyri at koma um Núp. Her var aftur nógvur vindur, og vit fingu nakað av sjógvi inn í bátin aftur, og tí mátti formaðurin, sum sat í eysrúminum, aftur leggja árarnar inn og oysa, meðan vit báðir Niclas slitu í fyri at halda bátinum upp ímóti vindinum. formaðurin kom nú aftur til árarnar, og spakulig kneykaðu vit framá.

Hoyrdi mannamál

Komnir inn ímóti Hellenda, helt eg meg hoyra róp, sum við tað sama druknaði í storminum Eg segði hinum tað, sum eg helt meg hava hoyrt, men teir søgdu, at í slíkum veðri hættar ongin sær uttandura. Alíkavæl rópti eg tað dýrasta, eg var mentur, og jú sanniliga hoyrdu vit nú eitt svar úr storminum. Vit royndu at koma eitt sindur nærri Hellenda, og har í myrkrinum hómaðu vit tveir menn.

Við varðsemi hildu vit bátin inn ímóti helluni har, so nær, at teir kundu leypa inn í bátin til okkara. Menninir vístu seg at vera beiggi mín Jógvan, sum var eldri enn eg, og systursonur Lamba Johann, Andreas Joensen, Andreas bóndi, hesir báðir vóru farnir ein seinasta túr út gjøgnum fjøruna fyri at vita, um teir kundu síggja nakað til okkara. Nú gekk skjótt at rógva, og komnir nakað longur sóu vit aftur tveir mans á landi; hetta vóru Ziska Jacobsen, sum var trúlovaður við dóttur Lamba Johann, ið æt Hanna, og Tummas Johannesen, Tummas á Hædd, men teir báðir kundu vit ikki taka inn í bátin, tí báturin longu var ov tungur.

Hesir báðir gingu á Oyri, so teir fingu ein drúgvan túr heim í buygdina ígjøgnum  kavan, men teir vóru ungir og raskir; klokkan mundi tá vera um ellivu, nú var ikki so langt at rógva til hús, og hetta gav okkum nýggja megi, so longu klokkan hálvgum tólv kundu vit leggja at landi beint undir neystinum hjá okkum.

Til gongu gjøgnum kavan

Neystið var heilt undirkavað, bert tað ovasta av mønuni kom uppundan, men eitt stórt ráfiskahús lá tætt hjá, so her bóru vit fiskin inn. Vit læntu nakrar spakar, soleiðis at vit kundu grava kavan burtur frá neystinum og fingu síðani drigið bátin. Nú vóru vit troyttir, ja so troyttir, at vit illa orkaðu at ganga.

Sum sagt løgdu vit fiskin inn í ráfiskahúsið uttan at hava reinsað hann, hetta plagdu vit ikki gera, men formaðurin helt, at nú kundi vera nokk, hetta fór at bíða til í morgin.

Síðani til gongu heim ígjøgnum tann nógva kavan.

Tað vóru eini glað og eydnurík foreldur, sum eg kom heim til. Mamma bleiv við at gráta, meðan hon hjálpti mær úr og vaskaði mær. Tá hon tók tær longu undirbuksurnar av mær, var bert kjøt innanfyri niðan fyri knæið, har sum hosubondini høvdu verið og høvdu steðgað frárenslinum av saltvatninum, og hetta bleiv seinni til eksem, sum eg var plágaður av í fýra ár eftir hetta. Nú var boriðið dekkað við skerpikjøt og súpan, og hetta var nakað, sum gav hita í kroppin. Eftir máltíðina sovnaði eg skjótt.

Jólaaftansmorgun kom mamma við kafi klokkan níggju.Nú kom Lamba Johann við boðum um at reinsa fiskin. Mamma bjóðaði honum inn, hann hugdi niður í g´lvið og segði:’-Hatta kundi havt verið seinasta ferðin.

Vinarbond og Illveðursfiskur

Pápi kom við brennivínsfløskuni og skonkti Johann ein stóran snaps. Pápi skonkti ongantíð meira enn ein snaps, men harafturímóti nýtti hann stórt glas. Løtu seinni kom Niclas, sum eisini fekk upp í munnin, síðani fóru vit tríggir oman í ráfiskahúsið at reinsa fiskin. Vit seldu nógvan fisk til jólaknettir, tí ongir aðrir bátar høvdu verið úti, og ringt veður hevði verið leingi.

Tá vit vóru lidnir, fylgdust vit allir á veg heim. Áðrenn vit skiltust, tóku vit í hondina hvør á øðrum og takkaðu fyri ta undurfullu bjarging og ynsktu hvør øðrum gleðilig jól.

Seinni í lívinum hava vit so ofta hittst, Niclas, Lamba Johann og eg, og ofta segði Lamba Johann: – Tú átti at skrivað nakað um tað undurfullu bjarging hinaferð.

Lamba Johann og Niclas rukku báðir upp í 90-ini, og eftir teir havi eg eitt kært minni um góð vinarbond og Illveðursfisk.

 

PS: Hellendi, sum verður umrøddur í søguni er ikki at blanda við Hellisenda. Hellendi er beint heimanfyri Núpin, niðanfyri ytstu seyðahúsini úti á Fløtum ( OJ).