Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ingilín er ósamd

Jóhann Lützen

-Eg havi í gjár latið landsstýrismálanevndini ummælisskriv viðvíkjandi fyribilsniðurstøðuni hjá nevndini. Eg eri grundleggjandi ósamd við niðurstøðuna og havi grundgivið fyri, at eg á ongan hátt havi borið løgtinginum skeivar upplýsingar, sigur Ingilín Strøm við FM1

 

-Eg ivist ikki í, at landsstýrismálanevndin viðger mínar viðmerkingarnar í tí álvara, sum málið krevur, sigur Ingilín D. Strøm, víðari við FM1. 

Norðlýsið veit frá keldum, at Ingilín Strøm var úti í Tinganes hjá Løgmanni ígjár. Nú liggur bólturin hjá Føroya Løgmanni, velur hann at koyra landsstýriskvinnuna ella ikki?. 

Um hann ikki koyrir landsstýriskvinnuna frá, so hevur andstøðan á løgtingi boða frá einum misáliti á landsstýriskvinnuna.