Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ingunn leitt okkum í ein ríkari heim

Jóhann Lützen

Í samband við altjóða Down Syndrom dagin 21. mars, sum í ár verður hildin á Skúlatrøð í Klaksvík hava vent okkum til hjúnini Lindu og Frimodt Rasmussen at hoyra teirra søgu um dótturina Ingunn, sum hevur Down Syndrom.

 

(Grein úr blaðnum)

 


Linda og Frimodt greiða frá. 


Fyri knapt 13. árum síðani, gleddu vit okkum til at fáa ein eftirnølara.

 

Ingunn varð fødd, 21 apríl 2010. Alt gekk væl, og Ingunn varð tikin við keisaraskurði. Vit vistu ikki at Ingunn feilti nakað. Seinni sama dag varð hon tikin til síðis, tí at hon hevði óregluligan andadrátt.

 

Morgunin eftir bað barnalæknin okkum koma at tosa við seg. Hann spurdi okkum, um vit hildu at Ingunn líktist sínum sysktjum ella øðrum í familjuni. Vit hildu at hon minti um síni systkin, men var tó hon sín egin. Barnalæknin spurdi um vit kendu nakað til Down Syndrom, tí at bæði hann og onnur á deildini hildu, at hon hevði tey trekkini. – Blóðroyndir vóru sendar niður til Danmarkar og eina viku seinni bleiv staðfest, at Ingunn hevði Down Syndrom.

 

Vit blivu kedd og hetta var fremmant fyri okkum. Vit kunnaðu okkara nærmastu um hetta, og so byrjaði dagligdagurin. Vit fingu ein lista frá barnalæknanum, sum vísti hvørjar kanningar Ingunn skuldi ígjøgnum tey fyrstu 18 árini. – Hetta virkaði ógvusligt, tó so, høvdu vit fingið ein koyriplan fyri Ingunn.

 

Av tí at hetta var ókent, so fóru vit at lesa tað sum lesast kundi, um børn/fólk við Down Syndrom. Eftir at hava lisið eina rúgvu um alt tað sum kundi henda við henni, og teir vandar og sjúkur sum kundu fylgja við hesum syndrominum, so valdu vit at síggja Ingunn sum hon var, og at taka útgangsstøði í dóttur okkara.

 

Ídag er Ingunn næstan 13 ár, og hon hevur verið ein frísk genta og er útviklað við tí ferð, sum tað tekur hjá fólki við Down Syndrom.

 

Ingunn hevur verið væl stuðla í vøggustovu, barnagarði og nú í skúla. Ingunn gongur í serflokki og er tilhoyrandi 6.a á Skúlatrøð. Hond verður tikin um Ingunn í skúlanum. Hon  hevur stuðlar og lærarar, og hesir eru um Ingunn allatíðina, eisini í fríkorterunum. – Av tí at børnini kenna Ingunn, heilt frá tí hon var lítil, eru tey sera góð við hana og hon við tey.

 

Eftir skúlatíð fer Ingunn í Dáan, har hon fær dag-umlætting. Her kann hon verða til klokkan 17 hvønn gerandisdag. Eina nátt hvørja viku, svevur hon í Dáanum. Fjórða hvørt vikuskifti, er Ingunn í Mýrusóljuni í Runavík, har hon er frá fríggjakvøldi til mánamorgun, táið tey koyra hana beinleiðis í skúla í Klaksvík.

 

 

Annars spælir Ingunn hondbólt í Eydnudeildini hvønn mikudag frá klokkan 17:30 til 18:30. Hetta dámar henni sera væl.

 

Ingunn elskar tónleik og dámar sera væl at syngja og dansa. Hon dugir sera nógvar sangir uttanat, tó at hon ikki tosar reint. Ingunn dámar ikki gang og er sera varin og sensetiv. Tískil skal hon fyrireikast væl, um so er at okkurt tiltak er, sum hon skal til.

 

Ingunn er bæði mostur og fastir, og er sera góð við børnini hjá sínum systkjum. Tey duga eisini væl at umgangast hana og vera um hana.

Hon er eisini sera kreativ, og tímir væl rolluspøl, so sum Barbie, mammubørn, at spæla við spælimat o.a.. Henni dámar eisini sera væl at tekna, perla og at gera ymiskt annað við hondunum. Til dagligt er Ingunn við í tí sum fer fram í einum heimi. Henni dámar at vera við tá ið klæðir skulu leggjast saman og t.d. at fylla/tøma uppvaskimaskinuna.

 

Ingunn krevur at dagligdagurin er skipaður. T.v.s. at alt er forútsiguligt. Eitt dømi um at hon krevur skipaðan dag er, at nú tá ið veðrið var ringt, og skúlin boðaði frá, at møtast skuldi klokkan 10 ístaðin fyri klokkan 8, stressaði hetta hana nógv. Hon skilti ikki, at vit vóru heima og ikki koyrdu hana í skúla.

 

Tann tíðin sum krevur mest av henni er, tá ið feriur eru ella líknandi avbrot eru í dagliga degnum. Vit hava merkt afturstig í hennara menning bæði málsliga og við innlæring, í teimum tíðarskeiðum meðan hetta hevur verið. Ingunn hevur størri tørv á at fáa ein regluligan dagligdag, enn at fáa frí frá øllum.

 

Viðvíkjandi skúla og málmenning, so var Ingunn ein partur av toyminum, sum fekk málsliga læru eftir Karlstad modellinum. Hetta menti hana sera nógv málsliga og eru vit hørm um, at avgerð er tikin um, ikki at brúka hetta modelli, tá ið vit sóu hvussu góðan mun tað gjørdi, at nýta hendan læruhátt.

 

Ingunn krevur sum er, at onkur er um hana allatíðina. Vit vóna at tann menning, ið fer fram hjá henni, heldur støðugt áfram, og at hon kann fáa ein bústað sum kann geva henni tað frælsi og tann tryggleika sum eitt hvørt menninskja ynskir sær. Vit sum foreldur eldast og orkan kemur ikki altíð at vera tann sama. Hon hevur góð systkin, sum nokk skulu taka sær av henni, men tey hava eisini sítt at takast við.

 

Vit hava  fingið rágeving frá foreldrum, sum eiga børn við serligum tørvi, um at venja okkum við, at Ingunn kann vera aðrastaðni enn hjá okkum. Hesa rágeving eru vit glað fyri, og byrjaði Ingunn sum lítil at fara til umlættting. Hetta var ikki nemt í byrjanini, men tá ið vit síggja hvussu Ingunn blomstrar upp, við at verða saman við øðrum eisini, kenna vit hetta sum eina góða gerð, sum kemur at vera henni til gagns í framtíðini.

 

Ingunn hevur ríka okkum lívið frá fyrsta degi, og mugu vit siga at hon hevur leitt okkum inn í ein nýggjan og ríkari heim, enn tann vit kendu áður.