Árliga innandurakappingin í Klaksvík verður í morgin.
At hava innandurakapping í Klaksvík hevur nógv ár á baki, meir enn 20 ár.
Í ár verður kappingin í morgin 29. desember í KÍ-høllini. Fyrsta kappingin er kl. 08.30, meðan síðsta finalan verður áleið kl. 23.00. Vaksin spæla kl. 19.00 og tveir-tríggjar tímar fram. Har er tað, at leikarar úr bestu deildini eru við, tó ikki meir enn hægst tveir leikarar á hvørjum liði.




