Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Inner Wheel á Luksus Loppum

Jóhann Lützen

Heimsumfatandi kvinnufelagsskapurin í Rotary verður í Luksus Loppum leygardagin 13. desember í Badmintonhøllini. Tey fara at selja Madagaskartaskur og lutaseðlar av tveimum taskum proppaðar við jólamixi. Hesin stuðulin fer til frama fyri Hjartabarnið

 

Hjartabarnið er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum.

Taskurnar eru gjørdar úr sisal, basti og grasi, sum veksur á Madagaskar. Taskurnar fáast í nógvum ymiskum litum og støddum. Allar eru fóðraðar og hava ein innaralumma og band at rykkja saman, so innihaldið verður fjalt. Stuðla einum góðum endamáli – Hjartabarnið

Inner Wheel er ein heimsumfatandi kvinnurørsla í 104 londum við umleið 108.000 limum. Endamálið er at fremja vinarlag, hjálpsemi og altjóða fatan. Inner Wheel er ein ópolitiskur felagsskapur og ein av størstu heimsfelagsskapum, hvørs endamál er at hjálpa kvinnum og børnum.