Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innkeypsnet í hvørt hús

klaksvik.fo

Í samband við umhvørvisátakið “Slóða fyri”, hava øll húski í Klaksvíkar kommunu fingið innkeypsnet við búmerkinum hjá Klaksvíkar kommunu.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini greiðir frá, at netposarnir eru keyptir til at geva øllum húsarhaldum í kommununi sum eitt umhvørvisvinarligt átak móti ovurnýtslu av plastikki.

– Býráðið samtykti fyri tíð síðan ein umhvørvis- og orkupolitikk, sum er til frama fyri umhvørvið úr nógvum ymiskum vinklum og við fleiri neyðugum atlitum. Um somu tíð gjørdu vit so eisini av, at øll húsarhald í kommununi skuldu fáa ein toyposa at brúka til eitt nú innkeyp, viðføri ella annað endamál, sigur Kristian Eli Zacharisen.

 

Bornir út í samband við umhvørvisátakið 
Hesa vikuna er umhvørvisátakið “Slóða fyri” á skránni, og tí sambandi eru posarnir bornir út í hvørt hús. “Slóða fyri” varpar við slagorðunum “Vit og skil” ljós á at skilja sundur og endurnýtslu av burturkasti. Skráin fyri umhvørvisátakið er fjølbroytt og forvitnislig, og hon fevnir um tiltøk alla hesa vikuna. Til ber at lesa alla skránna fyri “Slóða fyri” her.

Harleyfacadeacryl