Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Innskiftu leikararnir hjá KÍ hava gjørt stóran mun

Jákup Ósá

Breiddin hjá KÍ er mangan komin til sjóndar í ár.

Tá KÍ vendi dystinum móti Víkingi við tveimum málum síðst í dystinum, so høvdu innskiftu Páll A. Klettskarð (eitt mál) og Boris Dosljak (tvey upplegg) høvuðsleiklutir. Hyggja vit eftir gongdini í ár, so er tað hent í 8 av 10 umførum, at innskiftir leikarar hjá KÍ hava skorað mál ella lagt upp til mál. Sí niðanfyri.

 

2. umfar: Innskiti Boris Dosljak fær brotsspark, sum vinnur KÍ dystin móti TB

3. umfar: Innskifti Páll A. Klettskarð fær mál og upplegg í 4-1 sigri móti ÍF

4. umfar: Innskifti Jonn Johannessen skorar í 3-0 sigri á EB/Streymi

5. umfar: innskifti Jóannes Bjartalíð skorar eitt og er við í einum øðrum máli í 6-0 sigri á AB

6. umfar: Innskifti Jonn Johannessen javnar til endaligu støðuna 1-1 móti NSÍ

7. umfar: Innskifti Boris Dosljak leggur upp til mál í 4-1 sigri móti Víkingi

9. umfar: innskifti Páll A. Klettskarð skorar í 3-0 sigri móti Skála

10. umfar: Innskifti Páll A. Klettskarð skorar móti Víkingi og innskifti Boris Dosljak leggur upp til tvey mál í 2-1 sigrinum móti Víkingi

Harleywoodpaint