Tað eru góðar tíðir í Klaksvík, eingin ivi um tað. Kommunuskuldin er minka miðvíst síðan 2009, men í takt við at inntøkurnar eru øktar munandi eru útreiðslunar hjá kommunukassanum øktar. Inntøkuvøksturin hjá kommununi, sum eru vaksnar síðan 2009 eru vóru í 2017 minni enn í 2016
Kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum í 2015 og hóast kommunan fær pengar frá landinum at umsita eldra økið fyri so hevur kommunan øll árini brúkt meira pengar til eldra økið enn afturberingin frá landinum gevur. Í 2017 var munurin góðar 3 mió. kr.
Um vit frárokna kostnaðin av eldraøkinum og afturberingina hjá landinum síggja høvuðstølini hjá Klaksvíkar Kommunu soleiðis út:
2013 2014 2015 2016 2017
Inntøkur (uttan eldraøki) 167.579 174.310 189.754 206.019 203.000
Útreiðslur (uttan eldraøki) 108.882 108.567 112.485 120.318 121.245
Íløgur (brúktir pengar) 55.123 35.473 35.868 43.563 53.000
Inntøkurnar seinastu fimm árini eru øktar næstan 40 mió. kr. og kommunan er góða 13 mió. kr. dýrari at reka enn hon var í 2013 .




