Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Írskur, skotskur og føroyskur tónleikur í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið spæla Sharons’men á fyrsta sinni í Klaksvík. Karmar um konsertina er hugnaliga Spaniastovan frá 1838.

Sharons’men byrjaðu at spæla til undirvísing í fólkadansi í skúlanum hjá Sharon Weiss. Hetta hava teir gjørt í vetrarhálvuna í fleiri ár.

Summarhálvuna hava teir har aftur ímóti spælt rundt á okkara grønu vøkru oyggjum. Eitt nú til Fólkatónleikastevnu, Summartónar, á festivalum og ymsum spælistøðum.

Sharons’men viđ Kristian Blak á odda á klaverinum spæla hugnaligan írskan, skotskan og føroyskan fólkatónleik.

Í Sharons’men eru

Janus á Húsagarđi, mandolin og sang, Eygun Mohr Hansen, guitar, Jóanis Erik Køtlum, harmoniku

Kristian Black á klaver og Mikkjal Helmsdal, floytu.

 

Dyrnar lata upp kl 2130!

 

www.spaniastova.fo