Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ísak Simonsen og Patrik Johannesen eru ivamálini frá KÍ-hópinum 2020

Jákup Ósá

Norðlýsið væntar, at í mesta lagi annar heldur fram.

Higartil hevur KÍ havt stóra frágongd frá teimum, sum spældu seinna partin av kappingarárinum 2020. Felags fyri teir flestu er tó, at teir ikki spældu so stórar leiklutir. Undantakið er Ole Erik Midtskogen, sum kanska var mest íblandaður í KÍ-álopspartinum í 2020.

 

Frágongd higartil:

David Skrbec

Ólavur Niclassen

Steinbjørn Olsen

Lukasz Jarosinski

Ole Erik Midtskogen

Abubakar Ibrahim Aliyu

Meinhardt P. Joensen

 

Tað ger, at ivamál er um tveir leikarar frá hópinum í 2020. Annar er leikarin, sum av teimum í 2020 høvdu spælt longst við KÍ út í eitt. 27 ára gamli Ísak Simonsen hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ frá 2010 til 2020 ella í 11 ár út í eitt. Hann er einasti leikarin, sum hevur verið eftir frá liðnum, ið flutti upp í 2010 í ‘’nýggju’’ byrjanini hjá KÍ. Norðlýsið skilir, at tað er sannlíkt, at Ísak Simonsen ikki verður at síggja í bestu deildini í 2021, hóast KÍ sum skilst ynskir at fáa hann at halda fram. Skaðar og stóru krøvini um nógva venjing, sum krevst frá toppliðunum 2020-2021, kunnu vera viðvirkandi til, at Ísak fer í bólkin av leikarum, sum takkar fyri seg á hægsta stigi. Hetta er tó ikki endaliga staðfest enn. Ísak hevur verið settur í samband við onnur feløg, men sum skilst hevur ongantíð verið uppá tal at spæla fyri annað felag enn KÍ, sum er einasta felag, ið Ísak hevur umboðað. 

Hin leikarin, sum er ivasamur, er landsliðsleikarin Patrik Johannesen. Hann hevur ongan sáttmála fyri 2021, men hevur eitt stórt ynski um at sleppa uttanlands at spæla. Tað hevur eisini verið nær við, at hann hevur gjørt sáttmála við okkurt útlendskt felag fyrr í 2020. KÍ  hevur havt ynski um at fáa Patrik at halda fram í KÍ, um hann spælir í Føroyum. Tískil bendur nógv á, at støðan er tann, at spælir Patrik í Føroyum, so verður tað í KÍ.