Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ísbjarnaskinnið vakti minnir

Tekstur: Oliver Joensen og Beata L. Samuelsen.

Sum smádrongur var eg sera nógv niðri á Biskupstøð, sum eg tá helt at økið ímillum gamla kirkjugarðin og Ósánna kallaðist tá. Har búði nevniliga abbi mín, Oliver Thomsen og omma mín Agnes. Har hevði eg mangar góðar ógloymandi løtur. Omma hevði “bindistovu” í kjallaranum har nógvar stórar tungar jarnmaskinur vóru, summar til skipstroyggjugarn og aðrar til fínari garn. Í umhvørvinum var Ósáin, politisturin Jaspur Leivsgarð, skiparin Jógvan Páll Fjallsbak, snikkaverkstaðurin hjá Hans Josephsen, skógvahandilin hjá Skós, skiparin Martin Sivertsen og ikki minst Karl Jacob Ósá, ið var kokkur umborð á Dragabergi, har pápi sigldi við. 

Men tað sum er orsøkin til hendan stubban er, at beint sunnanfyri hjá Abba búði tá eitt skiftið Hans Pauli Johannesen, ið sum kunnugt var partur av kendu Hvannasundsbrøðrunum. Eitt, sum setti seg fast í minni hjá mær var, at onkran góðan sumardag, plagdi kona Hans Paula hanga eitt ísbjarnaskinn, við eftir mínum tykki einum óhugnaligum gapandi høvdi, út á snórin.

Nú ein dagin síggi eg, at Beata L. Samuelsen leggur út eina mynd av Mortani Hjá Andriasi, har hann fær vitjan av vinmonnum, ið syngja fyri honum. Á vegginum síggi eg eitt ísbjarnaskinn hanga. Eg skrivi til Beatu og spyrjið, um hon kann spyrja Mortan um hetta er sama skinni, sum prentaði seg inn í minnið hjá mær á sinni.

Sum altíð, so er Beata til dystin fús, tað gekk ikki rúm tíð til hon hevði søguna um bjarnaskinnið á vegginum hjá Mortani. Beata hevur gjørt so væl at skriva mær søguna um skinnið hjá Mortani. Tað fari eg vinarliga at takka teimum báðum fyri og endurgevið niðanfyri tað, sum Beata L. Samuelsen kom til:

Mortan býtti ísbjarnaskinn um við Asani kvinnuundirklæðir.

Barnaminni hjá fyrrverandi blaðstjóranum á Norðlýsinum, Olivur Joensen, settu gongd í søguna niðanfyri.

Í stovuni hjá kenda skiparanum Mortani Johannesen, vanliga róptur Mortan hjá Andriasi, hongur eitt ísbjarnaskinn.

Søgan um hetta ísbjarnaskinn er nokk so stuttlig.

Mortan, sum í september, verður 82 ár, hevur altíð havt hug til sjógvin eins og flestu av ættarfedrum hansara. Her uppi í yngri bróður hansara, Sonni, og nú sonurin Andrias.

Hann var bara 11 ára gamal, tá pápin  tók hann við sær til sjós. Tað passaði honum væl, tí Mortan tímdi ikki at ganga í skúla. Hann treivst ikki á skúlabeinki í heimbygdini Skopun.

Sjólívið dróg í hann sum ein magnetur. Aftaná eitt sjómansskúlaprógv fór hann út at sigla sum stýrimaður og seinni sum skipari.

Ísbjarnaskinn á goymslu í Aalborg.

Mortan hevði alla tíðina ynskt sær eitt ísbjarnaskinn, meðan hann, konan og bæði børnini í eitt tvey ára skeið búðu í Grønlandi í 70unum. Men tað var trupult at fáa fatur á. Støðan í Grønlandi um hetta mundi var ikki góð. Har var álvarslig kreppa um alt landið.

Tá hann flutti heim, gekk leiðin umvegis Aalborg til Føroyar. Í Aalborg hevði Kgl. Grønlendski Handilin eitt stórt vørulagur. M.a. lá ein stórur bunki við ísbjarnaskinnum har. Hann keypti tað minsta ísbjarnaskinnið fyri uml. kr. 6.000. Men tað skuldi fyrst garvast og ein ísbjarnaskalli festast í, áðrenn hann fekk tað við sær. Tað kostaði so aftur einar kr. 6.000 aftrat.

Stutt aftaná skuldi hann til Langsted Skibsværft í Noreg, har Polarborg 1 varð bygdur. Hann hevði fingið tilboð um at verða skipari umborð.

Alt gekk sum smurt.

Á veg til Noregs, fór hann fyrst til Aalborg eftir lidna ísbjarnaskinninum og síðani við flogfari til Oslo.

Hann hugsaði um, hvussu tað mundi fara at ganga at koma gjøgnum tollin í Noregi við skinninum. Norsku myndugleikarnir høvdu nógvar restriktiónir og reglur fyri slíkum.

Í flogfarinum kom hann at sita undir liðini á einum norðmanni. Hesin var sølumaður og umboðaði donsku konufólkaundirklæðini  Asani.

Mortan var eitt sindur ørkymlaður um, hvussu hann fór at fáa ísbjarnaskinnið gjøgnum tollin og greiddi norðmanninum frá hesum.

Norðmaðurin segði, tað var eingin trupulleiki.Hann var vanur at flúgva á hesi rutuni við kvinnuundirklæðnuum. Hann kendi tollararnar.Teir vistu, hvør hann var, og hvat hann plagdi at hava við sær á ferðunum. Tí slapp hann vanliga uttan trupulleikar gjøgnum tollin við vørunum. Teir báðir avtalaðu so at býta um viðførið. Mortan skuldi taka stóra pakkan við kvinnuundirklæðunum gjøgnum tollin, og norðmaðurin tók skinnið við sær.

Alt gekk sum smurt. Báðir komu gjøgnum tollin uttan  trupulleikar.

Barnaminnir hjá klaksvíksóvita.

Komnir gjøgnum tollin uttan trupulleikar av nøkrum slag, var sloppið. Tí ísbjarnaskinnið tók hann við sær umborð á ”Polarborg 1” á fyrstu ferðini, tá skipið fór av norsku bedingini til Føroyar

Hetta er søgan um ísbjarnaskinnið, sum hongur í stovuni hjá Mortan.

Hetta er ikki ísbjarnaskinnið, sum Olivur Joensen sum smádrongur í Klaksvík sá hanga á snórinum hjá pápabeiggja Mortan, Hans Paula Johannesen, skipara, og sum búði har tá.

Lítli klaksvíksóvitin var ógvuliga hugtikin av ísbjarnaskinninum hjá Hans Paula, at hann fleiri ferðir um dagin mátti ganga framvið  blaktraða, tunga ísbjarnaskinninum.

Barnaminni um ísbjarnaskinnið hjá Hans Paula komu fram nú um dagarnar, tá Olivur Joensen sá eina mynd, tikin í stovuni hjá Mortani Johannesen, har eitt hvítt ísbjarnaskinn hekk.