Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

ÍSF á starvsfólkaferð í Klaksvík

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Við Petur Mittún og Andras Nolsøe frá ÍSF á odda har eisini umboð fyri sersambondini vóru við, lá leiðin til Klaksvíkar í góðveðrinum í morgun.

Fyrst varð lagt at landi í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, har forkvinnan, Sonja Kjølbro vísti runt og greiddi frá hugtakandi listini hjá Edward Fuglø, sum hongur í neystinum.

Eftir tað bjóðaði býráðið til eitt morgunmatarborð inni í fundarhølinum, ið verður kallað Tingstovan. Her kunnaði John Syderbø, Vinnu- og Mentanarstjóri eisini um virksemið innan ítrótt í býnum, umframt tær framtíðarætlanir, sum eru í hyggju at fara undir.

Síðani lá leiðin umvegis hotellið, sjóhitaskipanina og Biskupstorg niðan í Varpið, har tey fingu ein frágreiðing um húsið frá Dáva Winther, mentanarleiðara.

Tey vóru hugtikin av hesum snotiliga húsi, sum kann so nógv, og høvdu eisini nógv at spyrja um.

Tey skuld ymsa staðir runt um í býnum og av tí veðrið var av tí fagrasta, lá ein túrur niðan á Háls fyrst fyri.

Tey takkaðu fyri blíðskap og sambond vórðu enn einaferð sett við.