Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ísfiskalínuskipini í Norðoyggjum eru løgd

Jákup Ósá

Hanus Hansen, reiðari hjá JFK, staðfesti í gjárkvøldið, at ísfiskalínuskipini í Norðoyggjum eru fyribils løgd sum avleiðing av korona-kreppuni. Heldur støðan fram við korona-kreppuni, so verður støðan álvarsom hjá JFK, har goymslurnar fara at fyllast, tí tað ikki ber til at selja frystan, feskan ella saltfisk í løtuni.

Hanus Hansen, reiðari í JFK, var ein av gestunum í sendingini hjá Spaniastovu og Norðlýsinum. Hann segði m.a. um avleiðingarnar av korona-kreppuni higartil, at ísfiskalínuskipini í Norðoyggjum, sum vanliga landa til Kósina, eru løgd. Tey eru Pison, Núpur og Kvikk. Orsøkin er, at tað er í løtuni eingin marknaður at selja fiskin til. Fyrr í vikuni hava vit skrivað um, at útróðrarflotin eisini er lagdur og hetta ávirkar eisini virksemi hjá NFCS hjá JFK, har útróðrarbátarnir og smáu trolbátarnir landa. Hesar báðar vinnurnar liggja stillar í løtuni. Tí hevur NFCS fyribils latið aftur, tí ongar landingar eru.

 

Hann segði eisini, at heldur núverandi støða við korona fram í fleiri mánaðir, so verður støðan álvarsom fyri JFK, tí goymslurnar bæði av frystum og saltfiski blíva fullar, tá Gadus, Klakkur og Jákup B hava roynt í tveir mánaðir afturat.

Harleywoodpaint