Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Íslands Glorian

Absalon í Buð

Tá vit og frændirnir fyri norð vestan koma saman. So gongur tað mesta út uppá , at stoyta ”Brasso”, á glorina.

Pussað av allari makt . Reypa hvussu góðir, vit eru við hvønn annan.

Nógv av hesum er helst veruleiki og satt. Men um vit vilja tað ella ikki. Nakrar ”Malurtir” eru í steypunum.

Vit hava verið vælsignaðir frá Íslandi, við fiskiveiði avtalum, frá 1975 at rokna.

Nógv tey fyrstu árini, lótu vit onki aftur ímóti.

Men seinastu nógvu árini, er støðan broytt.

 

Fiskiárið 2017 fiskaðu Íslendarar: Í Føroyskum sjógvi eini 25.000 tons av sild og eini 196.000 tons av svartkjafti.

Skulu vit finnan eina virðiliga loysn fyri 2018. So seti tykkum niður á reyvina. Rokni kalt og kyniskt út,

 

Hvussu fíggjarliga býti hevur verðið, síðan 1975.

Hvussu sær støðan út , ultimo 2017???

 

Eru vit so ólukksáliga góðir frændir, sum vit reypa okkum av. So skylda politikarnir frá báðum pørtum, at koma við einari loysn, íð gevur eitt javnari býtið.

Um ikki.So er alt bara : Gloriu pussing – veitslu og skáltalur & krokkudillutár.