Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendskt kirkjukór í Christianskirkjuni

Tíðindaskriv

Konsert við kirkjukóri úr Akureyri verður sunnudagin 14. august kl. 20.00

Sunnudagin, 14.august kl. 20.00, er konsert v/Kirkjukórinum úr Akureyrar kirkju úr Íslandi. Kórið fer í høvuðsheitum at framføra kirkjuligar kórsatsir, umframt onkrar fosturlandssangir. Kórið syngur eisini tveir føroyskar sangir, m.a. “Tú alfagra land mítt” og “Summarkvøld”.

Kórleiðari er Sigrún Magna Þórsteinsdóttir. Hon hevur útbúgving frá m.a. musikskúlanum á Akureyri og Reykjavík, Íslendska kirkjumusikskúlanum og á Kongaliga Musikkonservatorium í Danmark. Hon hevur verið organistur og kórleiðari í Keypmannahavn, og er nú organistur og kórleiðari við Akureyrar kirkju og í Möðruvallaklaustur Kirkju.