Komandi vikuna skal føroyska landsliðið fyri aðru ferð nakrantíð royna seg í trimum unankappingardystum uppá sjey dagar.
Fyrsti dysturin er móti Ísrael mikukvøldið kl. 19.45 á umbygda Tórsvølli. Spennandi verður at síggja og uppliva ein Tórsvøll við nógvum áskoðarum. Hetta er dysturin, har allir føroyingarnir eru úthvíldir og tað verður einasti dysturin, har tað hendur, tí millum hinar dystirnar eru bara tveir hvílidagar. Hetta er eisini spennandi ítróttarlig uppgáva, tí tvær ferðir áður hava feløg frá Ísrael verið í Føroyum og báðar ferðir hava tey tapt. Fleiri leikarar í hópinum spæla við Maccabi Haifa, sum samanlagt vann 7-3 móti HB. Móti Danmark væntast Føroyar at tapa greitt, móti Moldova eru Føroyar kanska favorittar at vinna, meðan hesin dysturin móti Ísrael liggur onkustaðni ímillum har, har Føroyar helst hava ein møguleika at fáa eitt gott úrslit.
Tríggir KÍ-leikarar eru í hópinum. Odmar Færø var á tíðindafundinum í dag og tað er tekin um, at hann byrjar inni sum eisini var væntandi. Mest sannlíkt saman við Sonna Ragnar Nattestad. Á miðvøllinum eru Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar ikki klárir til tríggjar dystir og tað letur upp fyri møguleikanum hjá Jákupi B. Andreasen at fáa onkran av dystunum frá byrjan.


