Ja, einki minni enn eitt ítróttarævintýr var ferðin hjá ítróttarbreytini í Valskúlanum, sum var í Suðuroy í farnu viku.
Næmingar og lærarar fóru suður tíðliga hósmorgunin og komu aftur fríggjadagin. Tey vóru biðin um at hava við ítróttarklæðir og góð útiklæðir, gjarna termo og ullint. Eyka skógvar og svimjiklæðir. Hesi boðini løgdu samstundis upp til eina lívliga og upplivingarríka ferð.
Annars hevur Valskúlin vanga á Instagram undir heitinum valskulinklax, har tú ert vælkomin at fylgja Valskúlanum og síggja, hvat spennandi tey takast við, og har eru eisini fleiri myndir.
Ein stór tøkk skal ljóða til Ítróttarháskúlan í Suðuroy fyri, at næmingar og lærarar sluppu at royna seg.




















