Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ítróttatiltak í Varpinum

Jóhann Lützen

Klaksvíkar býráð hevur bjóðað øllum ítróttarfeløgum í kommununi til eitt felags tiltak í Varpinum í kvøld

 

Tað er ein sannroynd, at nógvir borgarar njóta gott av tí megnar arbeiði, sum feløgini leggja í sítt virksemi, har størsti parturin av virkseminum er sjálvboðið arbeiði. Kommunan ynskir við hesum tiltakinum at viðurkenna, heiðra og takka feløgunum fyri tað megnar arbeiðið, sum hvørt einasta felag ger, sigur Karl Johansen borgarstjóri. 

Tí verða nevndarlimir, venjarar, íðkarar og onnur álitisfólk úr øllum ítróttarfeløgum bjóða í Varpið í kvøld. 

Á skránni verður tónleikur, stutt filmsbrot og kaffi við onkrum søtum afturvið. Eisini vera røður, og heiðurslønir verða latnar.