Vit hava ein av ríkastu býum í Føroyum, tá ið vit tosa um evnarík ítróttarfólk. KÍ er helst størsta ítróttarfelag í Føroyum og felagið hevur í ár víst, at vit ikki eru langt aftanfyri nakrar av miðalstóru fótbóltstjóðunum, tá hugsað verður um klubfótbólt. Felagið hevur víst vegin, og eg ivist ikki í, at aðrar ítróttargreinar fara at fáa inspiratión og árræði til at betra um umstøður, fyri at fylgja hesum leisti. Kommunan hevur verið ein góður viðleikari í strembanini at gera umstøðurnar góðar hjá KÍ. Tað skal hon framhaldandi vera og eigur eisini at vera eins góður viðleikari hjá øðrum ítróttarfeløgum í kommununi.
Klaksíkar Fimleikarfelag hevur í nógv ár saknað eina góða fimleikarhøll. Tey hava ikki havt góðar umstøður og um vit hyggja eftir hvørjum tey kappast ímóti, so eru vit eftirbátur. Bæði Runavík og Tórshavn hava fantastiskar umstøður og vit fara heilt sikkurt at síggja onkur ung talentir gera seg galdandi uttanfyri landoddarnar. Um vit skulu geva okkara ungu fimleikarum møguleika til at úvikla seg og kappast við ungdómin í Eyturoynni og í høvuðsstaðnum, so skal ein fimleikarhøll byggjast.
Vit hava tey seinastu árini sæð, at føroyingar gera seg galdandi á størstu pallum innan ítróttin. Vit hava leikarar í bestu fótbólts- og hondbóltsdeildunum í Týsklandi, vit fingu ein evropameistara í kapprógving, nógvir ungir hondbóltsleikarar og fótbóltsleikarar í skandivaviskum feløgum, svimjarar seta okkum á heimskortið, so vit skulu framhaldandi tryggja góðar karmar til okkara fremstu ítróttarfólk.
Treysti hevur víst vegin innan frælsan ítrótt. Felagið hevur nakrar eldsálir, sum hava fingið sera nógv burturúr sera lítlum. Venjingarumstøðurnar hava ikki verið av teimum bestu, men tað hevur ikki steðga teimum í at skapa talentir, sum eru før fyri at kappast uttanlanda. Tað verður spennandi at fylgja framburðinum hjá felagnum tá ítróttarøkið, við rennibreytina verður liðugt.
Kommunan má vera sinnað til at hjálpa til við kørmunum hjá ítróttarfeløgunum í býnum, eitt nú Treysti og Fimleikarfelagnum, eins og hon hevur hjálpt við kørmunum hjá KÍ.
Vit eru øll errin av okkara ítróttarfólkum og um eg verði valdur 10. november, fari eg at arbeiða fyri at skapa bestu karmar fyri ítróttin í Kommununi.
Jákup F N Mikkelsen listi C




