Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ivan Niclasen er nýggjur kringvarpsstjóri

Tíðindaskriv

Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur eftir innstilling frá eini setanarnevnd avgjørt at seta Ivan Hentze Niclasen í starv sum stjóri í kringvarpinum.

Kringvarpsstýrið kunngjørdi í morgun, at Ivan Niclasen er nýggjur stjóri í Kringvarpinum. 

Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur eftir innstilling frá eini setanarnevnd avgjørt at seta Ivan Hentze Niclasen í starv sum  stjóri í kringvarpinum.

Ivan er 58 ár. Hann er útbúgvin sum kandidatur í søgu og hevur tikið master útbúgving í globalisering og integratión.

Ivan hevur starvast innan sjónvarps- og útvarpsmiðlar síðan 1991 og hevur drúgvar royndir í Kringvarpinum, m.a. sum programleiðari og tíðindaleiðari.

Síðan 2015 hevur Ivan verið mentanarsamskipari og redaktørur á Mentanardeildini í Kringvarpinum.

Ivan, sum býr í Miðvági, tekur við starvinum so skjótt tær praktisku umstøðurnar loyva tí.