Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ivanka Trump takkar faðir sínum fyri “vón um frið” í Miðeystri

Jóhann Lützen

Ivanka Trump hevur takkað faðir sínum Donald Trump, fyri hansara leiklut í at skapa vón um frið millum Ísrael og Hamas

 

 

Á X (fyrr Twitter) skrivaði hon, at hon er takksom fyri „leiðsluna, ið hevur givið veruliga vón um varandi frið í einum øki, sum hevur kent so nógv pínu og sorg“.

Hon segði seg eisini vera erna av manni sínum, Jared Kushner, og vinnumanninum Steve Witkoff, fyri teirra arbeiði at fáa framgongd í eini truplari tíð.

Ivanka Trump legði tó afturat, at hon ikki fer at hátíðarhalda fult, fyrr enn allir gíslar eru frígivnir, og friður valdar.