Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ivasamt um Mathias Rosenørn heldur fram í KÍ

Jákup Ósá

KÍ skal møguliga hava tveir nýggjar málverjar til 2023.

Einasta ivamál í KÍ-hópinum frá 2022 til 2023 er málverjin Mathias Rosenørn. Allir hinir hava fingið 2023 uppá pláss skilt á tann hátt, at teir gevast ella at teir hava sáttmála.

Tað hevur verið gitt, at málverjin Mathias Rosenørn fór at halda fram, tí hann ikki takkaði fyri seg, tá hópurin samlaðist eftir kappingina. Men nú er meira ivasamt, um hann heldur fram. Norðlýsið skilir, at í løtuni bendur kanska meir á, at hann ikki heldur fram, hóast samband er millum partarnar.

Tað tykist vist, at um Mathias ikki heldur fram í KÍ, so heldur hann ikki fram í Føroyum. Frammanundan er eykamálverjin Meinhardt P. Joensen givin og tí bendur okkurt á, at KÍ møguliga skal hava tveir nýggjar málverjar til 2023. 

Harleyfacadeacryl