Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jacqson sett til sølu

Jóhann Lützen

Matar- og skeinkistaðið Jacqson, sum liggur sera sentralt í miðbýnum í Klaksvík, verður nú selt. Jacqson hevur higartil verið rikið sum eitt millumting millum eina café og eina “pub”, og gomlu eigararnir kunnu vísa á vøkstur í bæði tali av gestum, sølu og virksemi.

Í fráboðanini verður skrivað, at “Um nøktandi boð fæst verður bygningurin á Klakvíksvegi 4, umframt vælrikið cafe/pub-virksemi hjá Jacqson, selt”. Seljarin vísir í fráboðanini á, at talið av gestum er í vøkstri, eins og sølan eisini er vaksandi, virksemið somuleiðis er vaksandi, umframt at bygningurin er í góðum standi bæði innan og uttan.

Jacqson hevur alla neyðuga útgerð til at kunna virka sum ein blanding av eini café og eini pub, og er innrættaður hareftir. Tilsamans er bygningurin 290 m².

Tey, ið hava áhuga í at keypa fyritøkuna, kunnu ringja 514499 ella skriva birgir@nira.fo. Víst verður í fráboðanini til heimasíðuna nira.fo, har meira kunning er at finna.

Harleywoodpaint