Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jákup B. Andreasen er nýggjur liðskipari hjá KÍ

Jákup Ósá

(Samrøða) 20 ára gamli miðvallarleikarin hjá KÍ er nýggjur liðskipari hjá KÍ.

Seinastu árini hevur KÍ fleiri ferðir skift liðskiparar. Fyrst var Jonas F. Rasmussen í nøkur ár. Tá hann gavst, so bleiv Páll A. Klettskarð liðskipari, og nú hann er givin, so fall valið á Jákup B. Andreasen, sum er 20 ára gamal, men sum tó hevur fýra ára royndir á besta liðnum. Helst er hann ein av yngstu liðskiparunum, sum KÍ nakrantíð hevur havt.

 

Tí fall valið á Jákup

KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen greiðir frá, hví valið fall á unga klaksvíkingin.

– Jákup B. Andreasen hevur verið við, síðani eg kom til KÍ í november í 2014. Hann er gløggur, ábyrgdarfullur og ein fyrimynd fyri leikararnar. Hóast hann er ungur, so tekur hann øgiliga stóra ábyrgd og hevur eina stóra ognarkenslu av felagnum og liðnum. Síðani hevur hann eitt pláss á liðnum, har tað er natúrligt, at hava eina stóra ábyrgd. Eisini er hann ein góður hugskotsgevi hjá mær. Í hansara føri meti eg ikki, at tað er ein vansi, at hann er so ungur (20 ár, blaðm.). Men hann hevur fýra ár í rygginum í bestu deildini og nógvar U-landsdystir. Hann hevur verið við til at vunnið nógv. Hann hevur verið við til eitt gull heiðursmerkið, tvey silvur-heiðursmerkir og at spælt seg víðari í Europa League umframt alt á landsliðnum. So hann er royndur, hóast hann er ungur. Hann hevur eina góða persónligheit og er ein leiðaratypa, sigur Mikkjal K. Thomassen.

 

Stór ábyrgd

Sjálvur sigur Jákup B. Andreasen, at tað er ein heiður, men eisini ein stór ábyrgd at vera liðskipari hjá KÍ.

– Tað er fyrst og fremst ein stórur heiður og ein stór ábyrgd. Ta ábyrgdina fari eg at royna at takla so væl, sum eg klári. Men tað er eisini ein øgiliga spennandi uppgáva. Man er ungur, men hevur tó eitt sindur av royndum, og eg havi havt góðar fyrimyndir frammanundan við liðskiparum sum Jonas F. Rasmussen og Páll A. Klettskarð, sum báðir uppá hvør sín hátt dugdu væl at takla ymisku støðurnar. So tað er at royna at læra og gera sítt besta fyri liðið. Men eg leggi ikki so nógv í tað annars, tí eg føli, at vit hava nógvar leiðarar á liðnum og fyri tað um ein hevur liðskiparabandið, so føli eg, at tað eru fleiri, ið taka ábyrgd um liðið, og tað eri eg fegin um. Annars hugsi eg ikki so nógv um tað undir dysti ella venjing uttan tað, at eg royni at gera mítt besta, uppá ein rættan máta soleiðis, at man er ein góð fyrimynd fyri felagið. Tað eru teir liðskipararnir sum eg havi spælt saman við, sum nokk forma mína typu sum liðskipara. Eg helt, at teir høvdu góðar dygdir, sigur Jákup B. Andreasen.

 

Ein dreymur

Miðvallarleikarin sigur, at hjá honum er hetta ein dreymur afturat í KÍ, sum blívur til veruleika.

– Tað er ikki nakað, ið eg havi hugsað so nógv um. Tað var eisini ein dreymur at koma at spæla við besta liðnum. Tað er altíð nakað stórt at blíva liðskipari á einum liði. Nógvar av mínum fyrimyndum hava tikið tann leiklutin á seg. Sjálvandi hevur tað natúrliga nokk verið ein dreymur hjá mær at blíva liðskipari, sigur hann. Hann hevur eisini skift tal á rygginum til komandi kappingarár.

– Eg havi altíð verið nummar 8 sum yngri og tað passar væl til mítt pláss á vøllinum, so tað var natúrligt at skifta niður til nummar 8, tá eg fekk at vita, at tað var tøkt, sigur hann.

 

Stór løta sunnudagin

Sunnudagin skal Jákup fyri fyrstu ferð í skrásettum dysti ganga á odda fyri KÍ, tá liðið gongur út á vøllin. Og tað blívur neyvan nakað betri høvið, tí fyrsta uppgávan eitur HB við Djúpumýru.

– Tað verður ein stór løta og er nakað, sum eg gleði meg til. Men man skal heldur ikki yvirmeta tað ov nógv, at eg eri blivin liðskipari. Heldur skal man gera sum áður og vera eyðmjúkur yvir fyri sær sjálvum og yvir fyri liðnum og bara royna at gera sítt besta. Og eg gleði meg eisini nógv til bara at koma í gongd við kappingina, sigur Jákup.

 

Fakta um Jákup B. Andreasen

Føddur: 31.05.98

Fyrsti dystur í bestu deildini: 01.10.14

Dystir í bestu deildini: 90

Mál í bestu deildini: 5

Upplegg í bestu deildini: 8

Gul kort í bestu deildini: 26

Reyð kort í bestu deildini: 1

Besta úrslit í bestu deildini: Løgmanssteypið 2016

U21 landsdystir: 11 (eitt mál)