20 ára gamli Jákup B. Andreasen bleiv liðskipari hjá KÍ, tá Páll A. Klettskarð bleiv útskiftur og segði farvæl við KÍ áskoðararnar síðsta sunnudag.
KÍ skal hava nýggjan liðskipara næsta ár. Núverandi liðskiparin Páll A. Klettskarð heldur ikki fram í KÍ. Skal man geva eitt boð uppá ein nýggjan KÍ liðskipara, so er 20 ára gamli Jákup B. Andreasen kanska eitt gott boð. Tí tað var hann, sum fekk liðskiparabandið, tá Páll bleiv útskiftur. Hóast royndir leikarar sum Meinhardt P. Joensen og Semir Hadzibulic eisini vóru á vøllinum.




