Í uppvøkstrinum hjá Jákup Andreasen hevði hann skyldfólk í øllum fýra bygdunum í Kalsoynni, so har ferðaðist hann javnan, serliga tá ið hann hevði frí frá skúlanum.
Væl av fólki – eisini ættarfólki, komu at lýða á frásøgnina hjá Jákup Andreasen í Smærini í dag.
Postbáturin, Barsskor sigldi í oynna tríggjar dagar um vikuna – týsdag, hósdag og leygardag – og tí var tað hent at hava maskinbát í húsinum, so vit eisini høvdu fart sunnudag. Tá varð oftast farið til Húsar, tá veðrið var gott, men vit fóru eisini onkrar túrar til Mikladals.
Sjálvur eri eg føddur á Húsum, har Constansa á Syðradali fekk hann í verðina í november 1955, meðan læknastríðið í Klaksvík leikaði á av tí harðasta.
Pápin er húsamaður, sum misti pápa sín longu í 1960, tá ið hann bara var 56 ára gamal. Men á Húsum búði Omman, Lilla, Silja langomman og Torgerð fastirin, sum er tað yngsta av teimum fýra systkjunum hjá pápanum.
Best av øllum dámdi Jákup at koma norður á Nes í barnaheimið hjá mammuni í Uppistovu. Jákup minnist at hava gingið av Húsum norður til Mikladals saman við øðrum fólkum, og síðan fylgdi Eivind honum um Kambin norður í Djúpadal, har Rosenmeyer morbróðir gekk teimum til møtis.
Jógavn á Nesi og fleisi onnur, sum vóru við seinnapartin, høvdu ymiskt at leggja afturat og annars viðmerkingar til frálíku framløguna hjá Jákup Andreasen.
Og sjálvandi var eisini ein kaffimunnur at fáa, sum loysti tungubandið væl.









































