Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup N. Olsen talar á møtinum mikukvøldið kl. 20 í Betesda

Jóhann Lützen

Boðskapurin, sum Jákup N. Olsen fer at bera fram á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið, verður um evnið: ”Ver hirði hjá seyði Mínum”

 

Jákup N. Olsen er dagliga virkin í og út frá samkomuni í Ebenezer í Havn. Partur av tænastuni er at vitja samkomur kring landið, og mikukvøldið liggur leiðin til Klaksvíkar, har evnið hesaferð verður um hirðatænastuna í og út frá samkomunum.

 

Jákup er giftur Dorrit, og búgva tey í Havn. Umframt tænastuna í og út frá Ebenezer, hava tey bæði eitt nú verið leiðarar fyri legurnar í Zarepta.

 

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20.